Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív
Ein 56 ára gamal maður læt lív í eini arbeiðsvanlukku á Varðanum Pelagic seinnapartin í gjár
 
22.06.2018 - 07:05

Ein arbeiðsvanlukka á Varðanum Pelagic á Tvøroyri hevur kravt eitt mannalív. Løgreglan fekk fráboðanina beint eftir klokkan 16.00 seinnapartin í gjár. 

Sambært Portalinum, var talan um ein 56 ára gamlan mann, sum bleiv árendur av eini arbeiðslyftu.

Sambært vakthavandi á politistøðini, fór arbeiðseftirlitið suður í gjárkvøldið at kanna málið. 

Fólk frá Arbeiðseftirlitinum kanna nú, saman við løgregluni, arbeiðsvanlukkuna, sum hendi á Varðanum Pelagic í gjár. 

Leivur Persson, stjóri fyri Arbeiðseftirlitið, sigur, at tey fingu boðini stutt eftir klokkan 4 seinnapartin í gjár, at ein 56 ára gamal maður var yvirkoyrdur av eini lyft. 

Arbeiðseftirlitið sendi fólk suður við Smyrli í gjárkvøldið, og tey fór alt fyri eitt á staðið at gera kanningar.

Leivur Persson sigur, at tað er enn ógreitt, hvat er hent. Nógv virksemi er í gongd á Varðanum Pelagic, nú virkið verður bygt uppaftur, og tí er sannlíkt, at vitni eru, sum hava sæð tilburðin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652