Mannarættindadómstólurin avvíst kæruna hjá Breivik

Mannarættindadómstólurin avvíst kæruna hjá Breivik
Anders Behring Breivik sleppur ikki at kæra til Evropeiska Mannarættindadómstólin í Strasbourg um viðursrkiftini í fongslinum
 
22.06.2018 - 09:44

Norski hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, sum nú rópar seg Fjotlof Hansen, hevur stevnt norska statinum fyri ómenniskjaliga og niðrandi viðferð í fongslinum.

Breivik sigur eisini, at norski staturin virðir ikki rættin til heima- og familjulív.

Men mannarættindadómstólurin heldur ikki, at grundarlag er undir kæruni.

Dómstólurin sigur í einum tíðindaskrivi, at eingi brot eru gjørd á millumtjóða sáttmálar, og vísir tí kæruni aftur.

Breivik er dømdur fyr at hava dripið 77 fólk tann 22. juli í 2011. 

Hann bresti ein bumbu í stjórnarbygninginum í Oslo, har átta fók lótu lív, og síðani skeyt hann 69 børn og vaksin, sum vóru stødd á eini ungdómslegu hjá norska arbeiðaraflokkinum á oynni Utøya.

Breivik varð dømdur 21 ára fongsul, og hann situr Skien-fongslinum uttan fyri Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887