Reiðarafelagið stevnt Fiskimálaráðnum

Reiðarafelagið stevnt Fiskimálaráðnum
Reiðarafelagið stevndi í gjár Fiskimálaráðnum við kravi um, at áseting í grein 7, stk. 2, í lógini um royndaruppboðssøluna er ógildug.
Mynd: Reiðarafelagið  
 
22.06.2018 - 09:08

Føroya Rættur skal nú taka støðu til, um landsstýrið í 2016 og aftur í 2017 hevði loyvi til at sleppa manningunum undan at gjalda sín part av rokningini, tá kvotur vórðu keyptar á royndaruppboðssølu.

Reiðarafelagið stevndi í gjár Fiskimálaráðnum við kravi um, at áseting í grein-7, stk.2, í lógini um royndaruppboðssøluna er ógildug.

Reiðarafelagið tvíheldur um, at henda lógarásetingin er brot á frælsa samráðingarrættin.

Í 2016 varð partur av kvotunum av uppsjóvarfiski og botnfiski í Barentshavinum seldur á royndaruppboðssølu.

Reiðarafelagið sigur í stevningini móti Fiskimálaráðnum, at seld vórðu rættindi fyri smáar 60 milliónir krónur. 

Felagið metir, at við galdandi býtisprosenti hevur uppboðssølulógin fyri 2016 flutt virðir frá reiðaríunum til manningarnar fyri umleið 17,7 milliónir krónur.

Í stevningini vísir Reiðarafelagið á, at í 2017 var støðan meinlík støðuni í 2016. Tí tekur felagið fyrivarni fyri at víðka sakarkravið til eisini fevna um uppboðssølulógina fyri 2017.

Umframt at vilja hava Fiskimálaráðið at viðurkenna, at grein-7, stk.2, í uppboðssølulógini frá 2016 skal vera ógildug, so krevur Reiðarafelagið í øðrum lagi, at Fiskimálaráðið skal viðurkenna, at henda greinin er beinleiðis ognartøkuinntriv í rættindini hjá reiðarum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858