Dýrast í Íslandi, Sveis og Noregi

Dýrast í Íslandi, Sveis og Noregi
EFTA-londini Ísland, Sveis og Noreg høvdu í 2017 hægsta prísstig fyri matvørur og tænastur til húsarhald.
Norra er eitt tað dýrasta landi í Evropa, vísa nýggjastu tølini frá Eurostat
 
26.06.2018 - 13:25

EFTA-londini Ísland, Sveis og Noreg høvdu í 2017 hægsta prísstig fyri matvørur og tænastur til húsarhald. Tað vísa nýggjastu tølini frá hagstovuni í ES, Eurostat, og hagtølini fyri prísstig á vørum og tænastum. Tað skrivar forskning.no.

Prísstigið í hesum trimum londum var ávikavist 66, 59 og 43 % yvir miðalstigið í teimum 28 ES-londunum. Í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Luksemburg og Írlandi var miðalstigið eisini høgt - millum 22 og 42 % yvir miðal.

prisstig3.png

Caption: 
Mynd: Statistics Norway

Hinvegin hava londini í Balkan lægsta prísstigið í kanningini. Í t.d. Makedónia og Bulgaria var prísstigið umleið helvtina av miðaltalinum fyri øll 28 ES-londini.

Hagtølini vísa, at í 2017 var dýrast at keypa matvørur og rúsdrekka í Sveis, Noreg og Íslandi. Í Makedónia, Rumenia og Póllandi vóru hesar vørur bíligast.

Rúsdrekka og tubakk dýrsta í Íslandi og Noregi

Dýrast at keypa rúsdrekka og tubakk er í Íslandi og Noregi, har kostar tað umleið dupult so nógv sum miðalprísurin í Evropa.

Rúsdrekka og tubakk er eisini dýrt í Írlandi og Bretlandi, vísa høgtølini. Bíligasta rúsdrekka og tubakk er at fáa í Makedónia, Serbia, Bosnia og Herzegovina og Albania.

chart.png

Caption: 
Mynd: Statistics Norway

Hagtølini frá Eurostat vísa, hvat húsarhald í evropiskum londum rinda fyri vørur og tænastur. Tað er eisini hetta, sum myndin omanfyri vísir. Har sæst, at Ísland, sum er grøni stabbin, í næstum øllum førum liggur omanfyri hini londini á prísstiganum.

Í 2017 hevði Noreg dýrastu matvørur og alkoholfríar drykkivørur í Norðurlondum, meðan Danmark hevur hægstu prísirnir fyri bólkin: bústaður, ljós og brennievni. 

Donsku prísirnir fyri bústað, ljós og brennievni vóru 10 % hægri enn í Íslandi, 17 % hægri enn í Finnlandi, 26 % omanfyri Noreg og 37 % omanfyri svensku prísirnar.

Ísland hevði serstakliga høgt prísstig fyri møblar, húsarhaldsútbúna og viðlíkahald av innbúgvi, og hetta er møguliga tí, at flutningskostanðurin til Íslands skal leggjast afturat, skrivar forskning.no.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691