Leigumarknaðurin undir stórum trýsti

Leigumarknaðurin undir stórum trýsti
Leigunevndin viðgjørdi í fjør 39 mál. Leigunevndin sigur í ársfrágreiðingini fyri 2017, at leigumarknaðurin er sum heild undir stórum trýsti
 
26.06.2018 - 15:32

Leigunevndin viðgjørdi í fjør 39 mál, 20 teirra vóru klagur. 

Leigunevndin sigur í ársfrágreiðingini fyri 2017, at leigumarknaðurin er sum heild undir stórum trýsti. 

Hetta sæst aftur í arbeiðinum hjá Leigunevndini. 

Málini, sum nevndin viðgjørdi í fjør, kravdu nógv størri orku enn onnur ár. Træturnar millum partarnar, leigara og útleigara, hava í ávísum førum verið ógvusligari og meiri áhaldandi enn fyrr. 

Klagurnar eru oftast um uppsagnir, leiguhækkingar og ósemjur um depositum

Andras Holm Arge, formaður í Leigunevndini, skrivar í ársfrágreiðingini, at tað er alneyðugt at seta pengar av til nøktandi umsiting á leiguøkinum. 

Leigunevndin frøist um, at kommunurnar 1. august fáa heimild at gera egnar skráir yvir góðkendar leiguíbúðir. Tað er tó ikki krav, at tær gera slíka skrá, soleiðis sum Leigunevndin mælti til.

Halda ikki lógina

Hóast tað er kravt í leigulógini at brúka standard leigusáttmála og gera innflytingarfrágreiðing, verður hetta verri enn so altíð gjørt, og tað kemur aftur um brekku.

Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Leigunevdnini fyri 2017.

Nevndin fekk 20 klagur í fjør.

Serliga vísa klagurnar, at innflytingarfrágreiðing ikki verður gjørd. Tá er trupult at staðfesta, hvørjum standi, leigaðu hølini vóru í, tá flutt varð inn. 

Frá 1.august í ár verða leigusáttmáli og innflytinarfrágreiðing í sama skjali.

Í avgerðunum hjá Leigunevndini sæst, at tað er ikki gild orsøk til uppsøgn, at leigaða ognin skal seljast.

Leigunevndin minnir eisini á, at depsositum, trygdin, skal flytast á serliga kontu, og ikki á somu kontu sum leigan verður flutt á.

Sambært ársfrágreiðingini hjá Leigunevndini brúka útleigarar ymsar hættir at sleppa av við leigara, sum ikki vil flyta, so sum at sløkkja hitan og taka úthurðina úr leigaðu hølunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887