North West Pelagic 13,7 milliónir í halli í fjør

North West Pelagic 13,7 milliónir í halli í fjør
Sambært nýggjasta roknskapinum, sum er fyri 2017, er eginpeningurin í reiðarínum North West Pelagic nú negativur við 81,5 milliónum krónum.
 
26.06.2018 - 09:18

Í roknskapinum eru veiðirættindini hjá reiðarínum virðissett til 31,5 milliónir krónur. Men grannskoðarin ger í sínum viðmerkingum varug við, at felagið hevur mist øll síni veiðirættindi, og tí átti hetta virðið at verið niðurskrivað til null. Tí átti eginognin at verið lækkað við 31, milliónum, skrivar grannskoðarin.

Leiðslan í North West Pelagic metir tó útlit vera fyri einum lønandi rakstri í framtíðini, og tí er roknskapurin settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga. 

Framhaldandi rakstur er tó treytaður av, at felagið framhaldandi hevur avtalur við lánsveitara og størstu ognarar. Langfreistaða skuldin í North West Pelagic var við árslok 138 milliónir krónur.

Felagið misti í apríl í fjør endaliga síni veiðirættindi til allan fiskiskap av føroyskum kvotum. Fiskimálaráðið staðfesti tá avgerðina hjá Vørn, sum árið fyri var komið til ta niðurstøðu, at ræðisrætturin í North West Pelagic er á útlendskum hondum.

Sambært myndugleikunum verður reiðaríið stýrt av hollendska minnilutaeigaranum Jaczon Trawler, sum eigur 30 prosent av felagnum - og ikki av føroyska meirilutaeigaranum, sum eigur 70 prosent.

North West Pelagic góðtekur ikki avgerðina og hevur tí stevnt Fiskimálaráðið við kravi um at fáa øll rættindini aftur.

Fyrr í ár varð skipið hjá reiðarínum North West Pelagic, Norðhavið, leigað út. Skipið skal í fyrstu atløgu fiska í Mauritania restina av hesum árinum.

Smápartafelagið Vita í Kollafirði eigur í dag 70 prosent av North West Pelagic. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585