Kalsoyingar fáa egna bíðirøð

Kalsoyingar fáa egna bíðirøð
Í summar fara kalsoyingar at fáa eina bíðirøð á ferjulegini á Syðradali, sum er til fólk, ið búgva í Kalsoynni.
 
27.06.2018 - 18:02

Økta ferðafólkatalið um Kalsoyarfjørð ger, at kalsoyingar hava trupult at sleppa við Sam.

Útoyggjafelagið hevur mælt til, at ein bíðirøð verður gjørd á ferjuleguni, sum tryggjar, at kalsoyingar sleppa yvir um fjørðin. Hetta verður gjørt nú í summar, sigur Landsverk.

Næstan 8.000 bilar um Kalsoyarfjørð

Ferðafólkatalið á Kalsoyarleiðini er vaksið nógv seinastu árini.

Í 2014 fóru 38.335 fólk og 5854 bilar um Kalsoyarfjørð. Í fjør fóru 57.306 ferðafólk og 7.964 bilar um Kalsoyarfjørð við Sam.

Hetta merkja kalsoyingar, tí ofta er ivasamt, um tey yvirhøvur sleppa við Sam.

Sent skriv til Strandferðsluna

Útoyggjafelagið hevur tí sent Strandferðsluni og Samferðslumálaráðnum bræv, har felagið heitir á tey um at fáa eina loysn innan 1. juli.

Í brævinum skrivar Útoyggjafelagið: "Frá mai til september er Sam so fultsetttur við bilum og fólki, at íbúgvarnir í Kalsoynni ongantíð vita, um tey sleppa við ella ikki."

Eisini skrivar felagið: "Henda ótolandi støða órógvar alt virksemið hjá teimum, sum búgva í oynni, tí avtalur mugu útsetast ella avlýsast, og tað valdar ótryggleiki í allari fyriskipan av gerandisdegnum. Sum dagarnir ganga, gerst støðan bara meira og meira ørkymlandi, og tað skapar øsing og mistrivnað."

Bilrað til kalsoyingar

Útoyggjafelagið skjýtur upp, at eitt bilrað verður sett av til teirra, sum búgva í Kalsoynni. Hesi skulu hava íbúgvakort og skulu sleppa fyrst umborð.

Strandferðslan hevur ikki heimild á landið - tað hevur Landsverk. Tí hevur Strandferðslan vent sær til Landsverk.

Armgarð Steinhólm, leiðari á deildini fyri infrakervi, sigur, at Landsverk fer at gera hetta í summar.

Havnin á Syðradali er landshavn og kemur tí undir Landsverk, meðan havnin í Klaksvík er kommununal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585