ES-toppfundur um tilflytarar

ES-toppfundur um tilflytarar
Statsleiðararnir í ES-londunum eru í dag og í morgin saman á toppfundi í Brússel um flóttafólka- og tilflytarapolitikkin.
Mynd: Getty  
 
28.06.2018 - 15:11

At talan er um ein sera álvarsligan fund, lat týski samveldiskanslarin, Angela Merkel ongan iva vera um. 

Sambært Reuters sigur Merkel, at fundurin vil vísa, um samstarvið í ES røkkur ella støkkur.

Málið skapar stóran politiskan ófrið í Týsklandi, sum er størsti búskapurin í ES, og eisini í ES sum heild.

At málið er so eldfimt er ikki, tí at talið á tilflytarum og flóttafólki er so stórt beint nú. 

Avtalurnar, sum ES hevur við Turkaland og Libya, hava tikið ringasta trýstið, og nú er talið á leið tað sama, sum tað var árið undan flóttafólkakreppuni, sum var í 2015. Tað vísa tøl frá flóttafólkastovninum hjá ST. 

Orsøkin er politisk. Fleiri ES-lond hava stjórnir nú, sum eru sera atfinningarsamar móti tilflyting, og politikkurin hjá hesum londum noyðir hini londini í verjustøðu, tí atfinningarsami politikkurin tykist falla í góða jørð millum veljararnar.

Júst hetta hevur sett Angelu Merkel, samveldiskanslara, í tronga støðu, tí CSU, sum er samstarvsflokkur hjá henni í týsku stjórnini, hevur givið henni freist til 1. juli at koma við nøktandi ES-avtalu. Annars verður týski flóttafólkapolitikkurin, soleiðis sum CSU krevur.

CSU krevur, at flóttafólk, sum longu eru skrásett í øðrum ES-landi, verða víst burtur upp á standandi fót við týska landamarkið.

- Tekur Týskland avgerð um at vísa flóttafólki burtur, so kann tað hava negativt domino-árin á onnur ES-lond, segði Angela Merkel hefyri.

ES-toppfundurin um flóttafólka- og tilflytarapolitikkin heldur fram í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652