Ferðslan veksur nógv

Ferðslan veksur nógv
Ferðslan inn í Havnina og á eystara armi á Skálafjørðinum veksur nógv, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.
 
28.06.2018 - 08:48

Bæði í Havn og á eystara armi á Skálafjørðinum fer ferðslan at vaksa rættuliga nógv, tá Eysturoyartunnliin verður tikin í nýtslu. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Landsverki.

Ferðsluútrokningar vísa, at tá Eysturoyartunnilin letur upp, verður talan um eitt sonevnt ferðslulop við einum vøkstri á umleið 2.400 akfør um samdøgrið til og úr Havnini, skrivar Landsverk.

Eisini ferðslumynstrið við Skálafjørðin broytist, soleiðis at tey, sum fyrr hava koyrt inn eftir Skálafjørðinum fyri at koma til Havnar, nú fara at koyra úteftir. 

Sambært ferðsluframrokningum verður mett, at ferðslan runt roknað veksur við 1.000 akførum á eystara armi á Skálafjørðinum, meðan hon minkar við umleið 800 á vestara armi í gjøgnum Skálabotn, um
ongar avleiddar verkætlanir verða framdar, sigur Landsverk.

Tilmæli hjá Landsverki er framvegis, at ein innkomuvegur til Havnar og ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotn skulu gerast, tá Eystoyartunnilin er liðugur. 

Í Suðurstreymoy er umráðandi at fáa gjørt innkomuvegin til Havnina so mikið rúmligan, at hann kann taka ímóti nógvu ferðsluni. 

Fyrsti partur av innkomuvegnum - frá Kaldbaksvegnum til Villingardalsvegin - er mettur at kosta 115 milliónir krónur, umframt tær 36 milliónir krónurnar, sum eru brúktar til hendan vegateinin; men bíðað verður eftir hóskandi játtan. Harumframt hava Tórshavnar kommuna og P/F Eysturoyartunnilin bundið seg til at rinda sín part av samlaðu loysnini, svarandi til ávikavist umleið 24 og 30 milliónir krónur.

Í Eysturoynni mælir Landsverk til at gera tunnil.

Í dag er teinurin frá rundkoyringini í Gøtudali til tunnilsmunnan á Strondum umleið 23 kilometrar. Við at gera ein tunnil úr Gøtudali til Skálabotns, og síðani ein umferðarveg um bygdina Skálabotn, fer at
bera til at koyra uttan um bygt øki allan vegin úr Gøtudali til Havnar.

Kostnaðurin á hesum íløgunum tilsamans er umleið 320 milliónir krónur,  har av Gøtudalstunnilin, ið verður 3,2 kilometrar til longdar, stendur fyri umleið 250 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691