Merkel undir stórum trýsti

Merkel undir stórum trýsti
Angela Merkel er undir stórum trýsti innanhýsis í Týsklandi at koma við eini loysn, sum forðar fyri, at fleiri tilflytarar koma til landið.
 
28.06.2018 - 16:17

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, heitir á evropeisku leiðararnar um at arbeiða í felag fyri at finna loysnir á tilflytingini til ES.

Sambært BBC hevur hon boðað týska samveldistinginum frá, at stundin nú er avgerandi fyri evropeiska samveldið.

Stóri spurningurn, sum ES-toppfundurin i dag og í morgin skal svara, er, hvat skal gerast við tilflytarar - fyri tað mesta úr Afrika -, sum halda fram at koma um Miðjarahavið. 

Summi eru flóttafólk, og tey skulu viðgerast eftir altjóða sáttmálatreytum, men onnur eru tilflytarar, sum ikki hava krav til uppihald ella friðskjól.

Angela Merkel er undir stórum trýsti innanhýsis í Týsklandi at koma við eini loysn, sum forðar fyri, at fleiri tilflytarar koma.

Týski innanríkisráðharrin, Horst Seehofer frá samstarvsflokkinum í Bayern, CSU, hevur givið Merkel freist til 1. juli, sum er longu nú sunnudagin, at loysa trupulleikan. Annars fer hann at geva boð um, at tilflytarar verða burturvístir frá markinum til hansara landspart, Bayern. Millum tilflytararnar eru eisini fólk, sum flýggja frá kríggi og hava stórar áneyðir at søkja um friðskjól. 

Men sokallaða Dublin-prinsippið, sum sigur, at fólk, sum søkja friðskjól, skulu verða verðandi í tí fyrsta ES-landinum, tey koma til, virkar ikki longur. Italia og Grikkaland, sum flestu fólk søkja til fyrst, krevja, at grannalondini eisini taka sín part av byrðuni.

Kreppan nú er meira politisk enn nakað annað, tí tøl frá bæði Evroparáðnum og frá flóttafólkastovninum hjá ST vísa, at talið á fólki, sum ólógliga leita sær til ES, er minkað heilt nógv síðani oktober 2015, tá tað var størst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887