Stórur eldur í Onglandi

Stórur eldur í Onglandi
Herfólk eru biðin um at koma til hjálpar í Great Manchester í Onglandi, har stórur náttúrueldur herjar.
Fleiri enn 30 hús tætt við eldin standa tóm, tí fólkini eru noydd at flýggja undan stóra eldinum.
Mynd: NDTV.com  
 
28.06.2018 - 09:41

BBC skrivar, at myndugleikarnir siga, at vandi er fyri, at eldurin ikki verður bastur í fleiri vikur.

100 herfólk frá Royal Regiment of Scotland eru komin á staðið í morgun, og tyrlur skulu brúkast at royna at fáa tamarhald á stóra eldinum.

60 sløkkiliðsfólk hava í alla nátt roynt at bast eldinum, sum fevnir í fleiri ferkilometrar, skrivar BBC.

Eldurin kyknaði sunnudagin, og fyrst varð hildið, at hann var bastur. Men so kyknaði aftur mánadagin, og eldurin hevur breitt seg, nú veðrið hevur verið so turt og hitastigini mong.

Eini hálvtannaðhundrað fólk noyddust í gjárkvøldið at rýma frá húsum í bygdini Carrbrook egna eldin.

BBC hevur videoupptøkur frá eldinum, og tær kunnu síggjast her: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858