Hillsborough-vanlukkan tikin upp aftur

Hillsborough-vanlukkan tikin upp aftur
Rættarmálið eftir Hillsborough-vanlukkuna í 1989, har 96 viðhaldsfólk hjá Liverpool lótu lív á Hillsborough Stadium, verður nú tikið uppaftur.
Fótbóltsfjepparar stunaðu inn á áskoðaraplássini, tað elvdi til fullkomnan ruðuleika, og 96 áskoðarar vórðu trokað og trampað til deyðis.
 
29.06.2018 - 14:49

15. apríl í 1989 lótu 96 viðhaldsfólk hjá fótbóltsfelagnum Liverpool lív í ófriði á áskoðaraplássunum á Hillsborough Stadium, har Liverpool og Nottingham Forest spældu FA Cup hálvfinalu.

Vanlukkan er tann ringasta í bretskari ítróttarsøgu.

Nú verður ein løgregluovasti, sum hevði ábyrgdina av, at portrini til frammanundan fulla stadionøkið vórðu latin upp, skuldsettur fyri óviljað manndráp undir serliga skerpandi umstøðum.

Avleiðingin av avgerðinini hjá løgregluovastanum David Duckenfield var, at fótbóltsfjepparar stunaðu inn á áskoðaraplássini, tað elvdi til fullkomnan ruðuleika, og 96 áskoðarar vórðu trokað og trampað til deyðis.

Duckenfield hevði bara verið løgregluovasti í 19 dagar, tá hann tók hesa vanlukkuligu avgerð. Bara trý ár seinni fór tann tá 55 ára gamli Duckenfield á pensjón, og hann hevur seinni tikið ábyrgdina fyri vanlukkuni og greitt frá, at hann tók eina skeiva avgerð. 

Í 2012 staðfesti ein almenn frágreiðing, at bretska løgreglan á fleiri punktum hevði handlað katastrofalt. 

Men tá málið varð tikið uppaftur í bretsku rættarskipanini í august í fjør, var Duckenfield ikki at síggja í rættinum. Hann varð vardur av einari gamlari avgerð, sum forðaði fyri at hansara mál kundi leggjast fyri dómstólarnar.

Tann 18 ára gamla avgerðin er broytt ídag. Og tí kann David Duckenfield nú ákærast fyri óviljað manndráp móti 95 av teimum 96 Hillsborough-offrunum. Seinasta offrið doyði av løstunum  frá Hillsborough í 1993, og tí er tað málið fyrnað í mun til aktuella rættarmálið.

Tann nú 73 ára gamli Duckenfield skal møta í rættinum 10. september.

Umframt løgregluovastan skulu fýra onnur, sum høvdu ein leiklut í samband við dystin á Hillsborough Stadium 15. apríl í 1989, eisini møta í rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652