Størri gjøgnumskygni í fíggjarstýringina

Størri gjøgnumskygni í fíggjarstýringina
Mentamálaráðið hevur funnist at fíggjarstýringini hjá Setrinum. Frágreiðing er nú gjørd, sum mælir til størri gjøgnumskygni um hvat játtanin fer til
 
29.06.2018 - 08:17

Mentamálaráðið hevur fleiri ferðir funnist at fíggjarstýringini hjá Fróðskaparsetur Føroya, tí Setrið hevur havt torført við at halda játtanina og biðið um eykajáttan fleiri ferðir. Í november í fjør segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í Mentamálum, millum annað í Løgtinginum, at: "Tað skerst ikki burtur, at ein leiðsla er sett at halda eina játtan. Eg haldi ikki, at tað er gagnligt, at mann ferð eftir ferð biður um eykajáttan og ferð eftir ferð rópar upp um, at mann ikki fær pengarnar at strekkja til".

Rigmor Dam vísti tá eisini á, at hon vil hava greiðu á nøkur viðurskifti fyri betri at kunna taka støðu til játtanina til Setrið: "Tað er millum annað fráfall, tað er miðalaldurin, tað er hvussu nógv prógv verða útskrivað, hvussu nógv gransking verður givin út o.s.fr.".

Hinvegin hevur leiðslan á Fróðskaparsetrinum fleiri ferðir víst á, at virksemið á Setrinum er vaksið nógv seinastu árini, og at leiðslan á Setrinum hevur lagt dent á at fáa nýggjar útbúgvingar, fyri at fáa fleiri lesandi. Hetta hevur eydnast. Talið á lesandi á Setrinum síðan 2012 er vaksið við 400, og er í dag umleið túsund. Sigurð í Jákupsstovu hevur sagt, at um Setrið skal vaksa upp í 1500 lesandi, so er neyðugt við fleiri útbúgvingum og hægri játtan.

Fyri at fáa greiðu á fíggjarviðurskiftini setti Mentamálaráðið tí í mars ein arbeiðsbólk at gera eina frágreiðing um fíggjarstýringina á Setrinum. Leif Abrahamsen var formaður í bókinum, og í bólkinum vóru annars umboð fyri Mentamálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum var:

1. At greina búskapargongdina hjá Setrinum yvir tíð og møguliga samanbera búskaparstøðuna við onnur universitet.
2. At greina, hvussu fíggjarstýringin er løgd til rættis og møguliga at mæla til ábøtur.
3. At mæla til ein fíggjarstýringarmyndil, sum kann verða brúktur at modellera virksemið.
4. At greina, hví munur er á talinum av teimum, sum standa at fáa útbúgvingarstuðul í skipanini hjá Studna og talinum av teimum, sum standa skrásett at vera lestrarvirkin á Setrinum.

Frágreiðingin liggur ikki alment frammi á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, og er mest meint sum eitt arbeiðsskjal til samstarvið og fíggjarsamráðingar millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum. Endamálið er serliga at fáa gjøgnumskygni í fíggjarstýringina og eitt amboð hjá Mentamálaráðnum at taka støðu til, hvør tørvurin á fígging til Setrið veruliga er, sigur hann. 

Høvuðsavbjóðingin er at skapa gjøgnumskygni

Frágreiðingin hevur sera nógv tilmæli um ymisk viðurskifti. Men yvirskipað kann sigast, at kanningin vísir, at tað eru fleiri viðurskifti, sum mugu bøtast. Flestu tilmælini snúgva seg um at skapa størri gjøgnumskygni um virksemið hjá Setrinum. Hetta fyri at fáa betri innlit í, hvussu pengarnir verða brúktir.

Í frágreiðingini stendur beinleiðis, at vantandi gjøgnumskygni er ein orsøk til kanningina:

"Stóri trupulleikin sambært Mentamálaráðnum er, at torført hevur verið at halda játtanina hjá Fróðskaparsetrinum, og at eykajáttan hevur verið neyðug í fleiri umførum [...] Mentamálaráðið sigur beinleiðis, at tað ofta hevur verið trupult hjá Mentamálaráðnum at fáa neyðuga innlitið í virksemið á Setrinum fyri at svara spurningum, sum politiska skipanin hevur sett. Júst hesir báðir spurningarnir – fíggjarstýring og gjøgnumskygni - hava ligið sera frammarlaga í hesum arbeiðnum og í teimum loysnum, sum mælt verður til at seta í verk".

Álitið ikki av tí besta

Eisini verður víst á, at álitið millum partarnar ikki er av tí besta. Í frágreiðingini stendur millum annað at:

"Orsøkin til hesa greining er millum annað ónøgd hjá Mentamálaráðnum um fíggjarligu stýringina, og at játtanin ikki heldur. Játtanin til Setrið er ein av teimum stóru rakstrarjáttanunum og ein tann játtanin, sum er vaksin mest á fíggjarlógini seinastu árini.
Hesin vøksturin hevur skapt spenningar millum ráðið og Setrið, tí Setrið hevur viljað meira, enn hvat ráðið hevur kunnað skapt av játtan".

Tí heldur arbeiðsbólkurin, at tað er neyðugt at endurreisa álitið millum Mentamálaráðið og Fróðskapasetrið: 

"Tað er neyðugt at talseta ein komandi vøkstur og at fáa størri politiskt kjølfesti fyri einum slíkum vøkstri, tí annars slepst neyvan úr tí naggatódn, sum ráðið upplivir í løtuni. Tað er neyðugt, at tað verður álit aftur millum partarnar. Ein av fyritreytunum er gjøgnumskygni viðvíkjandi, hvussu peningurin verður brúktur, og hvat fæst fyri peningin"

At skapa gjøgnumskygni er also høvuðsavbjóðingin, vísir arbeiðsbókurin á. Tí verður fyrst og fremst mælt til, at Setrið og Mentamálaráðið - saman - avtala eina politiskt kjølfesta rakstrarætlan fyri Setrið komandi árini. 

Og høvuðsamboðini fyri at endurreisa álitið millum partarnar og skapa gjøgnumskygni er ein matematiskur fíggjarstýringarmyndil, also eitt model, sum kann hjálpa Setrinum og Mentamálaráðnum at rokna tørvin á játtan til Setrið. Og eisini at skrásetingar sum heild verða neyvari.  

Høvuðstilmælini eru tí, at:

- tað verður skipað eitt virkið innaneftirlit á Setrinum, sum millum annað skal hava eftirlit við skrásetingum av upplýsingum og fevnir um Próvbókina. Hetta er eisini eitt krav sambært roknskaparkunngerðini.
- tað verða fleiri virksemisupplýsingar á fíggjarlógini
- arbeiðsviðurskiftini á stovninum verða skipað og skrásett, so at krøvini í roknskaparkunngerðini verða fylgd. 

Innaneftirlitið skal endurreisa álitið

At álitið ikki er av tí besta millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið sæst serliga í tilmælinum um innaneftirlit. Lagt verður upp til, at tað javnan verða fundir millum Mentamálaráðið og Setrið, har støða verður tikin til fíggjarstøðuna og ætlanirnar fyri Setrið. Eisini vil Mentamálaráðið hava, at:

"tann persónurin, sum hevur innaneftirlitið um hendi, skal kunna standa inni fyri rættleikanum av teimum upplýsingum, sum verða framleiddar av Setrinum - her verður serliga hugsað um ætlanir, Próvbók og roknskaparviðurskifti alment, og at tær avgerðir, sum verða gjørdar innan lønarøkið, eru rættar". 

Skrásetingar av lestrarvirkseminum skulu verða neyvari

Tá Próvbókin verður tikin fram, er tað tí, at hon er grundarlagið undir skrásetta lestrarvirkseminum. Í henni verða øll lesandi skrásett, um tey eru virkin, eru í farloyvi, og hvussu nógv skeið, tey hava staðið. 

Próvbókin sigur altso nakað um effektivitet, góðsku, fráfall og framleiðslu á Setrinum, og í frágreiðingini verður dentur eitt nú lagdur á, at skil skal fáast á fráfallið. 

Mælt verður somuleiðis til, at uttanhýsis grannskoðari tryggjar, at allar mannagongdir og upplýsingar í Próvbókini eru í lagi.

Arbeiðstíðin hjá starvsfólkum skal skrásetast

Arbeiðstíð, sjuka og frítíð hjá undirvísarum og granskarum skal eisini skrásetast. Tað verður hon ikki í nóg stóran mun, hóast krav er um tað í roknskaparkunngerðini. Fyri at fáa skil á, hvat arbeiðstíðin á Fróðskaparsetrinum í roynd og veru verður brúkt til, skal greiðari skráseting gerast, so yvirlit fæst yvir, hvør tíð verður brúkt til eitt nú gransking, undirvísing og fyrireiking.

Gransking skal skrásetast betur

Gransking er sera týðandi partur av produktivitetinum á einhvørjum universiteti, men hvørki nøgd ella góðska av granskingini á Fóðskaparsetrinum verður nóg væl skrásett. Hetta skal fáast í rætt lag, fyri at greiða kann fáast á, hvussu nógv gransking veruliga verður útgivin, og sostatt, hvat kemur burturúr játtanini. Men tað er ein avbjóðing at skráseta nøgd og ikki minst góðsku av granskingini, stendur í frágreiðingini.

"Tað er ein stór avbjóðing at máta framleiðsluna av gransking í nøgd og góðsku. Hendan spurningin arbeiðir Setrið við. Hetta er ikki ein partur av hesum arbeiðinum. Mælt verður til, at tað skjótast gjørligt verða funnar meginreglur viðvíkjandi meting av framleiðsluni av gransking".

Tørvur á hægri játtan til fyristingina, sum er sera trýst

Men meira peningur skal til, tí fleiri øki treingja til raðfesting.

Millum annað eru alt ov fá, sum taka sær av fyrisiting og KT, og nú virksemið á Setrinum er vaksandi, so veksur trýstið á hesar funktiónirnar eisini. Í frágreiðingini stendur: "Eru stuðulsfunktiónir ikki á einum nøktandi stigi, verða dýrir granskara- og dekantímar brúktir upp á stuðulsuppgávur, vandi fyri øktum fráfalli millum lesandi, tað vera feilir í avgreiðslunum, størri sjúkrafrávera, meira neilig orka verður skapt í organisatiónini o.t."

Og støðan í løtuni er alt annað enn góð, tí Setrið hevur nógv færri fólk í fyrisitingini enn eitt nú universitetini í Danmark. Í frágreiðingini stendur, at: "Tá ið virksemið veksur, veksur trýstið eisini á hesar funktiónirnar. Tað er serliga talið av lærarum og talið av næmingum, sum ávirkar trýstið á stuðulsfunktiónirnar. Tað tykist sambært viðgerðini í partinum frammanundan, at virksemið á Setrinum er komið til eitt stig, har stuðulsfunktiónirnar eru fult útnyttaðar, og kanska meira enn gott er". 

Hægri játtan, um kravið til granskingargrundað undirvísing skal lúkast

Harumframt verður eisini víst, at um kravið skal lúkast um, at undirvísingin skal verða granskingargrundað, so er neyðugt við nógv fleiri fólkum, og tað krevur helst eisini hægri játtan. Lógin krevur, at øll undirvísing á Setrinum skal verða granskingargrundað, men í løtuni granska ikki øll starvsfólk. Orsøkin til hetta er serliga vantandi játtan, stendur í frágreiðingini.

Les frágreiðingina

Frágreiðingin liggur ikki alment á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum, og er samrbært ráðnum ætlað sum eitt innanhýsis arbeiðsskjal til samskifti millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetrið.

Frágreiðingin kann lesast her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691