Væl nøgd við kavaruddingina

Væl nøgd við kavaruddingina
Fólk eru væl nøgd við kavaruddingina hjá Landsverki, men ikki við stýringina av almennum byggiverkætlanum. Tað vísir kanning hjá Landsverki.
 
29.06.2018 - 07:15

Fólk eru væl nøgd við kavaruddningina hjá Landsverki. Tað vísir brúkarakanning,sum landsverk hevur gjørt.

Fyri kavaruddingina fær Landsverk 5,6 stig í miðal, har 7 er tað hægsta. Tað er ein lítil framgongd síðan 2015 og sama úrslit sum í 2016. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Landsverki.

Kavaruddingin hevur øll árini fingið góð skoðsmál í nøgdsemiskanningunum, sum stovnurin hevur latið gjørt síðani 2008, sigur Landsverk.

Fráboðanin hjá Landsverki um veðrið fær 5,9 stig í miðal hesaferð, sum er ein framgongd í mun til undanfarin ár. 

Men eitt øki, ið ikki fær so gott skoðsmál, er stýringin av almennum byggiverkætlanum. Her er karakterurin 3,7 stig í miðal av 7 møguligum. Tað er ikki eitt nøktandi úrslit, sigur Landsverk. Í viðmerkingunum hjá teimum spurdu sæst, at talan í nógvum førum er um ónøgd við stýringina av verkætlanini Glasi og skúlanum í Hovi - tvær verkætlanir, ið hava verið truplar, og sum hava fylt nógv í almenna kjakinum, sigur Landsverk í ársfrágreiðing sínari.

Landsverk hevur  annað hvørt ár síðani 2008 bílagt nøgdsemiskanningar, har fólk verða spurd, hvat tey halda um tænasturnar hjá Landsverki og um teirra nøgdsemi við stovnin sum heild. 

Seinasta kanningin varð gjørd í januar og februar í ár. 520 tilvildarliga vald fólk eldri enn 17 ár vórðu spurd í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887