Ein fótbóltsdystur er sum eitt hálvmaraton

Ein fótbóltsdystur er sum eitt hálvmaraton
Ein professari hevur kannað, júst hvussu strævið tað er at spæla ein heilan fótbóltsdyst.
 
01.07.2018 - 08:15

Teir sveitta og eru pøstir, men er tað veruliga so strævið hjá spælarunum, sum vit í hesum døgum síggja kýta seg til HM í fótbólti, at renna eftir einum fótbólti í tilsamans 90 minuttir?

Jú, tað er.

Tað er niðurstøðan hjá fótbóltsgranskaranum og professaranum Peter Krustrup, sum eisini er granskingarleiðari á Institut for Idræt og Biomekanik á Syddansk Universiteti í Danmark. Hetta veit heimasíðan videnskab.dk at siga.

Sambært honum avrika fótbóltsspælarar tað sama, sum rennarar gera til eitt hálvmaraton.

Í miðal renna fótbóltsspælarar tó bert 14 kilometrar undir einum dysti, og tá er upphitingin tald við. Eitt hálvmaraton er tó 21 kilometrar, so hvussu ber til, at ein dystur svarar til eitt hálvmaraton?

- Um hugt verður eftir, hvussu ein spælari flytur seg á vøllinum, skulu teir 14 kilometrarnir faldast við 1,5, og tað gevur 21 kilometrar, greiðir Peter Krustrup frá.

- Tí er væl skilligt, at spælarar brúka tríggjar dagar upp á at koma fyri seg eftir ein HM-dyst, sigur Peter Krustrup.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691