Danmark hjálpir Føroyum at gera fríhandilsavtalur

Danmark hjálpir Føroyum at gera fríhandilsavtalur
Uttanríkisráðharrin hevur svarað spurningum frá fólkatingsmanni um sambandið millum Føroyar og Russland
Anders Samuelsen og Poul Michelsen um borð á Brimli.
 
02.07.2018 - 07:06

Danska stjórnin stuðlar Føroyum í royndunum at fáa fríhandilsavtalu við EABS, sum er samgongan millum Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan.

Stjórnin hevur so hvørt fingið kunning um samskiftið mlllum Føroyar og EABS, og hon hevur hjálpt Føroyum i hesum máli. 

Millum annað hevur danska sendistovan í Moskva hjálpt Føroyum.

Tað sigur Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, sum hevur svarað spurningum frá Nick Hækkerup, fólkatingsmanni.

Uttanríkisráðharrin sigur, at hetta málið er ikki nýtt. 

Uttanríkisráðíð og landsstýrið hava síðani 1999 tosað um føroyska fríhandilsavtalu við fyrst Russland og síðani við EABS.

Og í 2013 søkti løgmaður um frihandilsavtalu við EABS. 

Yvirtikin málsøki

Stjórnin tekur undir við hesum, men bara, tá talan er um málsøki, sum Føroyar hava yvirtikið, sigur Anders Samuelsen í svarinum.

Handil við onnur lond er yvirtikið málsøki, og  tí kunnu Føroyar gera fríhandilsavtalur við onnur lond, sigur Anders Samuelsen.

Hann vísir til lógina um rættin hjá Føroyum at gera avtalur við onnur lond vegna kongsríkið Danmark, ríkisfelagsskapin. 

Hetta eru avtalur, sum bara eru føroyskar.

Ein slík avtala kann fevna um samstarv um handil, djóralæknatænastur og orku. 

Men uttanríkisráðharrin sigur eisini, at sambært grundlógini eru uttanríkismálini fyri alt danska ríkið hjá stjórnini.

Tey eigur stjórnin, og uttanríkispolitikkurin umfatar eisini donsku handilsforðingarnar móti Russlandi. Tær halda fram, sama hvat Føroyar gera, sigur hann.

Ráðførsla

Mikudagin fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um fríhandilssáttmálan við Russland, Kasakstan, Hvítarussland, Armenia og Kirgistan.

Ráðharraráðið í búskaparsamgonguni hjá teimum fimm londunum, EABS, samtykti í vár einmælt at gera avtalu við Føroyar.

Í avtaluni við Føroyar stendur, at partarnir eru samdir um miðvíst at arbeiða saman og styrkja handilsligu og búskaparligu bondini millum londini.

Avtalan, sum skrivað verður undir í august, hevur vakt ans í Danmark. 

Hon endaði á borðinum hjá uttanríkisráðharranum, sum fekk nakrar spurningar um hana frá Nick Hækkerup, fólkatingsmanni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672