Hækkandi oljuprísur hóttir

Hækkandi oljuprísur hóttir
Greinarar ávara um, at tunnan aftur kann fara at kosta meira enn 150 dollarar
Peningurin seinnu árini er farin til íleggjarar heldur enn til leiting og útbygging
 
08.07.2018 - 18:31

Prísurin á olju kann tvífaldast komandi tíðina, meta greinarar hjá greiningarfyritøkuni Sanford C. Bernstein & Co. Tað veit vinnutíðindaberin Bloomberg at siga

Prísurin á olju er støðugt hækkaður síðani hann var lægstur í oljukreppuni í 2006, mem komandi tíðina eru útlit til stórar príshækkingar. 

Vinningsbýti heldur enn útbygging

Orsøkin er, at strategiskir íleggjarar í oljufeløgunum hava kravt vinningsbýti frá fleiri av teimum stóru altjóða oljufeløgunum. Peningurin, sum tí ikki er brúktur til at leita eftir nýggjum oljukeldum ella til at veksa um framleiðsluna. 

Miðalprísurin á eini tunnu hevur seinastu tíðina ligið um 80 dollarar, men kann sambært greinarum skjótt vera um 150 dollarar fyri tunnina. Tað er sami støði, sum prísurin var á fyri 10 árum síðani. 

Sambært greinarafyritøkuni eru oljugoymslurnar hjá stóru feløgunum minkaðar 30 prosent seinastu árini og tað leggur stórt trýst á kostnaðin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585