Norðurkorea hóvar ikki samráðingarstøðuna hjá USA

Norðurkorea hóvar ikki samráðingarstøðuna hjá USA
Javnvág er ikki partanna millum, so Norðurkorea fær nakað afturfyri at sleppa rakett- og kjarnorkuverjuni, sigur stýrið í Pyongyang.
Mynd: savnsmynd  
 
08.07.2018 - 11:07

Norðurkorea skuldsetir USA fyri brotsmannaatburð fyri at fáa stýrið í Pyongyang at sleppa sær av við kjarnorkuvápnini.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur verið í Norðurkorea tveir teir seinastu dagarnar, og norðurkoreanska uttanríkisráðið sigur amerikansku støðuna elva til stórar trupulleikar.

Stutt framman undan hevði amerikanska uttanríkisráðið boðað frá, at framstig vóru gjørd á fundinum, ið er tann fyrsti partanna millum síðani amerikanski forsetin, Donald Trump, hitti norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, í Singapore.

Á tí fundinum segði Kim Jong-un seg vilja sleppa sær av víð síni kjarnorkuvápn, men hvussu tað skal gerast, hevur lítið verið sagt um.

Norðurkorea kann broyta støðu

Norðurkorea sigur um fundin við Mike Pompeo, at amerikanarar leggja trýst á landið og gera seg inn á andan á toppfundinum í Singapore.

- Vit høvdu væntað, at USA kom við javnvigaðum hugskotum, har Norðurkorea fekk nakað afturfyri, sigur almenna norðurkoreanska tíðindastovan - og ávarar um, at landið kann broyta støðu og ikki sleppa kjarnorkuvápnunum kortini.

- USA mistekur seg, um tað heldur, at Norðurkorea letur seg kroysta til at góðtaka amerikansku treytirnar, verður sagt.

Á ferðini í Norðurkorea hitti amarikanski uttanríkisráðharrin ikki Kim Jong-un, men Kim Yong-chol, ið verður hildin at vera næsti maður leiðarans.

Sjálvur hevur Mike Pompeo ikki sagt stórvegis um fundin - annað enn at tíðarskeiðið fyri eina avvápnaðarætlan hevur verið umrøtt, eins og nær rakettroyndarstøðirnar skuldu takast niður.

Uttanríkisráðharrar verða kunnaðir

- Hetta eru torførir spurningar, men framstig eru gjørd í nærum øllum spurningum, meira í nøkrum enn í øðrum, segði amerikanski uttanríkisráðharrin.

Eftir toppfundin í Singapore segði amerikanski forsetin, at Norðurkorea ikki longur var ein hóttan, tá talan er um kjarnorkuvápn, at landið ikki skuldi kenna seg hótt, og at USA fór at steðga regluligu hernaðarvenjingum saman við Suðurkorea.

Hinvegin hevur amerikanski forsetin endurnýggjað revsitiltøkini móti Norðurkorea, og amerikanska fregnartænastan sigur prógv vera fyri, at Norðurkorea framvegis byggir upp sína kjarnorku- og rakettverju.

Eftir fundin í Norðurkorea er amerikanski uttanríkisráðharrin farin til Tokyo, har hann í dag skal hitta japanska og suðurkoreanska uttanríkisráðharran.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585