Eftirspurningur eftir grundstykkjum

Eftirspurningur eftir grundstykkjum
Áhugin fyri grundstykkjum í Nes kommunu er øktur seinastu árini. Tað sæst í ársfrágreiðingini hjá Nes kommunu.
 
09.07.2018 - 08:06

Eftir at áhugin og eftirspurningurin í fleiri ár var lítil ella næstan eingin eftir grundstykkjum í Nes kommunu, er vend komin í seinastu 3 árini. Tað sigur Nes kommuna í árfrágreiðing sínari.

Nú eru øll grundstykkini við Lýðarsveg umbiðin/seld. Fyri 3 árum síðani vóru bert 2 grundstykkir av 24 seld. Eisini hevur áhugi verið at ogna sær grundstykki við Gaddavegin. Harumframt eru onnur grundstykkir seld runt um í kommununi. 13 grundstykkir eru seld í 2017, sæst í ársfrágreiðingini. Av tí at eftirspurningurin eftir grundstykkjum er øktur, samtykti býrðáðið í fjør at fara undir fyrireikingar av nýggjum útstykkingum.

Samtykt er at fara undir fyrireikingar av grundstykkjum longur inn frá Gaddavegnum, eins og tað verður fyrireikað ein útstykking longur inn frá Høganesvegnum. Í alt 20 grundstykkir.

Harumframt verður framvegis arbeitt við at fáa Bústaðir at byggja íbúðir á Toftum. Nes kommuna keypti lendið í 2017, og lendisarbeiðið verður projekterað í løtuni og eftir ætlan boðið út í summar, sæst í ársfrágreiðingini hjá Nes kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652