Menn fáa meginpartin av lønunum

Menn fáa meginpartin av lønunum
Menn á føroyska arbeiðsmarknaðinum fáa 62 prosent av lønunum meðan kvinnurnar fáa 38 prosent av lønarútgjaldingunum
Menninir í Føroyum fingu útgoldið 1.478 milliónir í lønum meðan kvinnurnar fingu útgoldið 910 milliónir krónum í lønum fyrra hálvár
 
09.07.2018 - 16:49

Menn í Føroyum fáa framvegis væl meira útgoldið í lønum enn kvinnurnar í Føroyum fáa. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Tilsamans fingu løntakarar í Føroyum útgoldið 2,388 milliardir krónur fyrstu seks mánaðirnar í ár - menninir fáa útgoldið tann størra partin.

Menninir í Føroyum fingu útgoldið 1.478 milliónir í lønum meðan kvinnurnar fingu útgoldið 910 milliónir krónum í lønum fyrra hálvár í ár.

Hetta svarar til, at menninir í Føroyum fingu 62 prosent av øllum lønunum fyrra hálvár meðan kvinnurnar fingu 38 prosent av lønarútgjaldingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652