Plast bannast á G!

Plast bannast á G!
Alt plast verður nú bannað á G! festivalinum í Gøtu. Umhvørvið skal ikki líða undir festivalinum, siga fyriskipararnir
Alt plast verður nú bannað á G! festivalinum í Gøtu. Sølubúðirnar á festivalinum hava nú fingið forboð móti at selja vørur, sum innihalda plast
 
09.07.2018 - 17:10

Alt plast verður nú bannað á G! festivalinum í Gøtu. Sølubúðirnar á festivalinum hava nú fingið forboð móti at selja vørur, sum innihalda plast.

- Vit hava í fleiri ár viljað gjørt okkara fyri, at umhvørvið ikki skal líða undir festivalinum, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! festivalinum, við heimasíðuna hjá festivalinum.

Øll gløs, sum verða nýtt á festivalinum, eru gjørd úr tilfari, ið kann niðurbrótast í náttúruni. Samstundis setir festivalurin eisini átøk í verk, ið skulu minka um nýtsluna av glasi.

- Hetta gera vit fyri at eggja fólki til at endurnýta síni gløs, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G! festivalinum, sambært heimasíðuni hjá festivalinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851