Einkja hjá kineskiskum nobelvinnara leyslatin

Einkja hjá kineskiskum nobelvinnara leyslatin
Kina hevur leyslatið einkjuna hjá kinesiska Nobelvinnaranum í bókmentum, Liu Xiaobo, eftir hon hevur sitið í húsavarðhaldi í fleiri ár.
Liu Xia er einkja til nobelprísvinnaran, Liu Xiaobo. Hon hevur sitið í húsavarðhaldi, síðan maður hennara varð fongslaður fyri átta árum síðani.
Mynd: CNN.com  
 
10.07.2018 - 10:52

Kina hevur leyslatið einkjuna hjá kinesiska Nobelvinnaranum í bókmentum, Liu Xiaobo.

Kona hansara, Liu Xia, hevur sitið í húsavarðhaldi, men er í dag sambært AP á veg til Berlin við Finnair.

Tá Kina fyri átta árum síðani setti Nobelvinnaran í fongsul fyri samfelagsfíggingaligt virksemi, var Kina fyri hvassari altjóða fordøming fyri mannarættindabrot. Hann blev tunglyntur og doyði fyri einum ári síðani.  

Einkja hansara hevur ongantíð verið skuldsett fyri nakað, men hon hevur kortini sitið í húsavarðhaldi. Vesturlendskar stjórnir og mannarættindafelagsskapir hava í fleiri ár trýst á fyri at fáa hana leyslatna.

AP skrivar, at bróðir einkjuna skrivar soleiðis á einum sosialum miðli:

- Systir mín er longu farin úr Bejing til Europa fyri at byrja sítt nýggja lív. Takk til øll, sum hava hjálpt og lagt í hana hesi seinastu árini. Eg vóni, at hon nú fær eitt friðarligt og lukkuligt lív. 

Liu er leyslatin, samstundis sum kinesiski forsætisráðharrin Li Keqiang skal á almenna vitjan í Týsklandi. Týska stjórnin segði í mai, at Liu var vælkomin at búgva í Týsklandi. Hetta var eftir, at ein upptøka varð almannakunngjørd, har hon græt og segði, at hon hevði mist alla vón um at sleppa av landinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887