Jaspis aftur til fiskiskap

Jaspis aftur til fiskiskap
Týsnáttina í farnu viku silgdi Jaspis á land sunnan fyri vitan á Kalsoynni. Jaspis fekk ikki stóran skaða og fór aftur til fiskiskap fríggjadagin
 
10.07.2018 - 15:55

Jaspis fór til fiskiskap aftur fríggjadagin, tá hann og Ametyst fóru at samtrola sum ætlanin var týsnáttina í farnu viku, tá Jaspis fór á land sunnan fyri vitan á Kalsoynni.

Hann varð fingin av aftur týsdagin og sigldi til Havnar, har hann varð tikin upp á skipasmiðjuni Mest til kanningar.

Jaspis fekk ikki stóran skaða, tá hann fór á land. Veðrið var gott.

Sjófrágreiðing hevur ikki verið um hendingina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819