May havt fyrsta fundin i parlamentinum

May havt fyrsta fundin i parlamentinum
Theresa May hevur havt sín fyrsta stjórnarfund við nýggju manningini eftir rokmikla dagin í gjár, har Brexit-politikkurin elvdi til stjórnarkreppu
 
10.07.2018 - 15:18

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May hevur havt sín fyrsta stjórnarfund við nýggju manningini, eftir rokmikla dagin í gjár, har hennara Brexit-politikkur elvdi til sanna stjórnarkreppu.

Tá bæði Brexit-ráðharrin, David Davis, og uttanríkisráðharrin, Boris Johnson, løgdu frá sær sum mótmæli móti hennara bleytu Brexit-ætlan, gjørdi forsætisráðharrin skjótt av. 

Alt fyri eitt útnevndi May tveir nýggjar ráðharrar, Dominic Raab sum nýggjan Brexit-ráðharra, og Jeremy Hunt sum uttanríkisráðharra.

Í bretska parlamentinum í gjár var orðadrátturin óvanliga harður. Men á fundi seinni í Konservativa flokkinum ávaraði Theresa May síni egnu og segði, at um Konservativi flokkurin ikki finnur stevið, so fær andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, formaður í Labour, lyklarnar til Downing Street nummar tíggju.

Nýggi uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, segði alment, at hann stuðlar fult og heilt forsætisráðharran og hennara politisku kós.

Eftir fyrsta stjórnarfundin nú fyrraparin sendi Theresa May eitt tweet, har hon skrivar: "ein vika, har nógv er at gera, stendur fyri framman".

Bretland skal eftir ætlan úr ES 29. mars næsta ár, men ES og Bretland hava ikki gjørt semju um, hvussu handilsviðurskiftini skulu verða millum partarnar. 

At alt hevur drigið so nógv út, kemst fyri ein part av ósemjuni, sum valdar innanhýsis í konservativa flokkinum í Bretlandi um, hvussu sambandið skal verða millum Bretland og ES eftir Brexit.

Politiski redaktørurin á BBC, Norman Smith sigur í dag, at hóast mangir konservativir parlamentslimir enn eru sera ónøgdir við, at forsætisráðharrin hevur valt eina bleyta Brexit-kós, so ætla teir ikki at koppa Theresu May.

- Fólk í flokkinum óttast veruliga at fáa meira stríð og kapping um leiðsluna, sigur hann við Radio Four.

- Fram um alt, so haldi eg ikki, at ein skal undirmeta støðufesti hjá Theresu May. Hygg eftir hennara fundarborðið á stjórnarskrivstovuni. Har eru falnir kroppar allastaðni, og hon situr enn fyri borðendan", sigur Norman Smith við Radio Four.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585