Metstórt omanlop í Íslandi

Metstórt omanlop í Íslandi
Eitt risastórt omanlop var í Hítardali har vesturi í Íslandi um vikuskiftið, sum verður mett at vera millum 10 og 20 milliónir rúmmetrar.
Øll fjallasíðan á Fagraskógarfjalli er lopin.
Mynd: Ljós­mynd /​ Mihails Ignats  
 
10.07.2018 - 08:47

- Hetta er størsta omanlopið í íslendsku søguni, sigur Magni Hreinn Jónsson, serfrøðingur við Morgunblaðið.

Grundin til omanlopið er óviss enn, men hildið verður at støðuga avfallið seinastu vikurnar man hava havt ávirkan.

Fólk eru ávarað móti at ganga nær omanlopinum.

Sunnudagin fekk Morgunblaðið myndir av Fagraskógarfjalli, og tær vísa, at øll fjallasíðan er lopin.

Morgunblaðið skrivar, at satellitmyndir vísa, at rakta økið er 1.8 ferkilometrar.

fagraskogarfjalli_omanlop.jpg

Caption: 
Fjallasíðan eftir omanlopi. Mynd: Mikhails Ignats

lendid_omanlop.jpg

Caption: 
Rakta økið er 1.8 ferkilometrar. Mynd: Mikhails Ignats
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858