Trump finst at NATO-londunum

10.07.2018 - 15:21
AktueltÚtheimurin
Trump finst at NATO-londunum
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kemur í dag til Brússel, har NATO-toppfundur verður settur í morgin.
 

Frammanundan hevur forsetin sent brøv til hini londini, har hann hvassliga hevur fílst á, at tey ikki rinda tað, sum tey skulu, og at tey dúva uppá, at USA ber tyngstu byrðuna.

NATO-toppfundurin verður hildin fáar dagar, áðrenn Donald Trump skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í Helsinki í Finnlandi. 

Reuters skrivar, at NATO-londini stúra fyri, at tey ikki fáa amerikanska forsetan at stuðla sameining móti tí, tey siga er vaksandi hóttan úr Russlandi, og at hetta fer at styrkja Putin og hansara áhugamál.

Í gjár skrivaði Donald Trump á Twitter, at USA "brúkar nógv meira pening enn nakað annað NATO-land", og at støðan "ikki er rættvís, og heldur ikki kann góðtakast". Hann skrivaði eisini, at støðan "gagnar Europa nógv meira, enn hon gagnar USA".

The New York Times skrivar, at sameind NATO-lond stúra fyri, at Trump fer at hótta við at taka amerikanskar herdeildir aftur úr Europa, um hann ikki fær sín vilja. Og at hetta kann gera nýggju átøkini hjá NATO í eystureuropa veikari.

- Eingin veit heilt, hvat Trump fer at gera á fundinum. Hann er fyrireikaður til ikki bara at fara upp móti sínum vinum og óvinum, men eisini sínum egnu embætisfólkum, sigur Tomas Valasek, sum er fyrrverandi sendiumboð í NATO og núverandi stjóri í Carnegie Europe við The New York Times.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 24. juni
Norðurljóð 24.juni 2019
95985
Mánadag 24. juni
Við seyði í fjallahagan (2:4)
95974
Mánadag 24. juni
TB fór við øllum á jóansøku
95971
Mánadag 24. juni
Morgunlestur mánadagur 24. juni 2019
95937
Sunnudag 23. juni
Við fiskimonnum á Eysturlandinum
95850
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. juni
Andakt við Ara Langgaard
95929
Sunnudag 23. juni
Guðstænasta í Fámjins kirkju
95931
Leygardag 22. juni
Video: 10mf, jóansøka 2019
95919
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2019
95918
Leygardag 22. juni
Video: 8mf, jóansøka 2019
95917