Trump finst at NATO-londunum

Trump finst at NATO-londunum
Amerikanski forsetin, Donald Trump, kemur í dag til Brússel, har NATO-toppfundur verður settur í morgin.
 
10.07.2018 - 15:21

Frammanundan hevur forsetin sent brøv til hini londini, har hann hvassliga hevur fílst á, at tey ikki rinda tað, sum tey skulu, og at tey dúva uppá, at USA ber tyngstu byrðuna.

NATO-toppfundurin verður hildin fáar dagar, áðrenn Donald Trump skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin í Helsinki í Finnlandi. 

Reuters skrivar, at NATO-londini stúra fyri, at tey ikki fáa amerikanska forsetan at stuðla sameining móti tí, tey siga er vaksandi hóttan úr Russlandi, og at hetta fer at styrkja Putin og hansara áhugamál.

Í gjár skrivaði Donald Trump á Twitter, at USA "brúkar nógv meira pening enn nakað annað NATO-land", og at støðan "ikki er rættvís, og heldur ikki kann góðtakast". Hann skrivaði eisini, at støðan "gagnar Europa nógv meira, enn hon gagnar USA".

The New York Times skrivar, at sameind NATO-lond stúra fyri, at Trump fer at hótta við at taka amerikanskar herdeildir aftur úr Europa, um hann ikki fær sín vilja. Og at hetta kann gera nýggju átøkini hjá NATO í eystureuropa veikari.

- Eingin veit heilt, hvat Trump fer at gera á fundinum. Hann er fyrireikaður til ikki bara at fara upp móti sínum vinum og óvinum, men eisini sínum egnu embætisfólkum, sigur Tomas Valasek, sum er fyrrverandi sendiumboð í NATO og núverandi stjóri í Carnegie Europe við The New York Times.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585