Dátueftirlitið kunnað reiðarí um vakmyndatól

Dátueftirlitið kunnað reiðarí um vakmyndatól
Tað er ikki loyvt at brúka vakmyndatól fyri at hava eftirlit við starvsfólkum, ger Dátueftirlitið vart við í kunningarskrivi til m.a. reiðarí
 
11.07.2018 - 10:01

Tað er ikki loyvt at brúka vakmyndatól fyri at hava eftirlit við starvsfólkum. Tað gera Dátueftirlitið vart við í kunningarskrivi til manningarfeløg, reiðarí og onnur.

Dátueftirlitið er vorðið varugt við, at nýtsla av vakmyndatólum so at siga er vanlig umborð á føroyskum fiskiskipum.

Eftirlitið metir tað tískil vera neyðugt at koma við kunningarskrivi til føroysk reiðarí, manningarfeløg og onnur, soleiðis at allir áhugapartar hava møguleika at kenna mørkini fyri lógligari vakmyndatólsnýtslu, sigur Dátueftirlitið í skrivi, sum er lagt á heimasíðuna hjá Maskinmeistarafelagnum.

Dátueftirlitið ger greitt, at vakmyndatól bara kunnu verða brúkt til lóglig og saklig endamál, og at Dátueftirlitið ongantíð góðtekur, at vakmyndatól verða brúkt til at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti, sæst í skrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858