Fólkatalið í Vági vaksið

Fólkatalið í Vági vaksið
Einasta kommuna í Suðuroynni, sum hevur fleiri fólk nú enn fyri fimm árum síðani, er Vágur.
 
11.07.2018 - 08:24

Vágs kommuna hevur samanborið fólkatalið í Suðuroynni 1. mai 2013 við fólkatalið 1. mai 2018.

Einasta kommuna í oynni, sum hevur fingið fleiri fólk hesi árini, er Vágs kommuna, sum er vaksin 70 fólk.

Í fimm kommunum í Suðuroynni er fólkatalið minni nú, enn tað var í 2013.

Í Sumbiar kommunu var fólkatalið tað sama 1. mai 2018, sum tað var 1. mai 2013.

Í Vágs kommunu er fólkatalið vaksið 5,4 % síðani 2013, næstan tað sama sum í øllum landinum, har tað vaks 5,6 %.

Sum heild minkaði fólkatalið í Suðuroynni 1,2 % frá 1. mai 2013 til 1. mai 2018.

Tann 1. mai í ár búðu 1369 fólk í Vágs kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010