Kærumál um umróður ikki avgreitt

11.07.2018 - 08:36
ÍtrótturKappróður
Kærumál um umróður ikki avgreitt
Málið um róðurin hjá 5-mannaførum gentum á Eystanstevnu er ikki av enn. 
 
 

Í síðstu viku gjørdi dómsnevndin av at ógilda úrskurðin hjá nevndini í Róðrarsambandinum, og segði, at eingin umróður verður hjá 5-mannaførum gentum.

Men tað fall ikki góða jørð hjá øllum. 

Nú hevur eitt kappróðrarfelag kært úrskurðin hjá Dómsnevndini til ítróttardómstólin hjá ÍSF.

Róðrarsambandið fekk klagu um tjóvstart í FM-róðrinum á Eystanstevnu hálvan juni. Nevndin kannaði videotilfar frá málinum og kundi staðfesta, at ikki minni enn átta bátar tjóvstartaðu. Nevndin gjørdi av, at 5-mannafør gentur skuldu rógva umaftur. 

- Tá støðan er soleiðis, so hava vit ikki annan møguleika enn at døma umróður, segði Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandinum um avgerðina.

Men tað vóru fleiri meiningar um tað. 

Tvey feløg kærdu úrskurðin hjá nevndini til dómsnevndina, og nú hevur so eitt kappróðrarfelag kært úrskurðin hjá dómsnevndini til ítróttardómstólin.

Í ítróttardómstólinum, sum er undir ÍSF, sita Anna Rein, forkvinna, Eyðhild Skaalum, Børge B. Hansen, Jóhan Lamhauge og Magnus Dam.

Tveir róðrar eru eftir í FM-kappingini. Róð verður um vikuskiftið á Vestanstevnu í Sandavági og so á ólavsøku.

Niðanfyri síggjast videoupptøkur av Eystanstevnuróðrinum, tá átta bátar, sambært Róðrarsambandinum, tjóvstartaðu:

20180621_MUGU_ROGVA_UMAFTUR

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. februar
Credo: Pápin fórst við Hans Hedtoft
91249
Leygardag 16. februar
Teir fyrstu um Atlantshavið
91094
Leygardag 16. februar
Leygardagur 16. Februar 2019
91306
Leygardag 16. februar
Also: Ikki uppfinna trupulleikar
91300
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. februar
Mitt í náttúruni (8:9)
90208
Fríggjadag 15. februar
Lyst 27
91270
Hósdag 14. februar
Stella Polaris 2019
91229
Hósdag 14. februar
Stella Polaris
91224
Mikudag 13. februar
Landafrøðingurin og testamentið (3:8)
90632