Nýnasistur dømdur 15 ára fongsulsrevsing

11.07.2018 - 13:16
AktueltÚtheimurin
Nýnasistur dømdur 15 ára fongsulsrevsing
Í Týsklandi er 43 ára gamla Beate Zschäpe dømd sek í tíggju rasistiskum morðum. 
43 ára gamla Beate Zschäpe er dømd sek í tíggju rasistiskum morðum.
Mynd: © AP Photo / DPA  
 
 

Beate Zschäpe, sum hildið verður er einasti limur, sum er á lívi í nýnazistiska yvirgangsfelagsskapinum, NSU, sum stendur fyri Nationalistisk Undirgrund, er ákærd fyri fleiri rasistisk morð og álop í Týsklandi millum 2000 og 2007.

Átta tilflytarar úr Turkalandi, ein grikki og ein týsk løgreglukvinna eru skotin og dripin.

Dómsúrskurðurin varð kunngjørdur í Múnchen í morgun. Fýra samsek eru dømd fongsulsrevsing fyri at hava hjálp yvirgangsfelagsskapinum.

Løgreglan heldur, at tveir menn í NSU, fyrrverandi unnustin hjá Zschäpe og ein annar, framdu drápini, áðrenn teir eftir øllum at døma tóku seg sjálvar av døgum eftir eitt miseydnað bankarán í 2011. 

Ákæruvaldið heldur kortini, at Zschäpe er samsek í 10 av drápunum og hevur tí kravt lívlanga fongsulsrevsing. Tað merkir 15 ár í fongsul, men til ber at leingja dómin, um hildið verður, at dømda kann verða hóttan móti samfelagnum.

Eingi prógv eru, sum knýta Zschäpe til gerningsstøðini. Men hon var virkin limur í NSU, sum hjálpti monnunum at leggja drápini til rættis saman við tveimum øðrum bumbuálopum, og hon hevði tað fíggjarliga um hendi, sigur týska ákæruvaldið.

Tey trý búðu saman í nógv ár sum nýnazistiskur undirgrundsbólkur, men Zschäpe sigur, at hon var bara ósekur áskoðari. Hon sigur, at hon tekur frástøðu frá høgra-ekstremismu, skrivar NTB-tíðindastovan.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. januar
Teir seinastu deyðadómarnir
89893
Leygardag 19. januar
Leygardagur 19. januar 2019
90168
Leygardag 19. januar
Also: Ikki líta aftureftir!
90162
Leygardag 19. januar
Morgunlestur leygardagur 19. januar 2019
89872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. januar
Andakt við Jónsveini Simonsen
90175
Sunnudag 20. januar
Møti
90176
Leygardag 19. januar
Mitt í náttúruni (4:9)
89979
Hósdag 17. januar
HAS#TAG: Ungdómslívið (1:4)
90053
Hósdag 17. januar
Hassans hendur (2:4)
90024