Tusk langar til Trump

Tusk langar til Trump
Donald Tusk, formaður í Europaráðnum, minnir amerikanska forsetan á, at tað er Evropa, sum er sameint við USA.
 
11.07.2018 - 08:27

Tusk er ónøgdur við, at Donald Trump nærum dagliga finst at Evropa, og sigur um toppfundin, sum nú verður millum Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, at tað er gott at leggja sær í geyma, hvør í roynd og veru er vinur, og hvør ikki er tað

- Góða Amerika. Virðismet tykkara sameindu. Tá samanum kemur, hava tit ikki so mong.

Hesa verbalu fleingjuna sendi formaðurin í Evroparáðnum, Donald Tusk, til amerikanska forsetan, Donald Trump, í dag, nú Trump skal á NATO-toppfund í Brússel.

Formaðurin í Evroparáðnum leggur amerikanska forsetan undir "næstan dagliga" at finnast at Evropa, og Tusk minnir Trump á, at ES brúkar fleiri ferðir so nógvan pening til verju, sum Russland ger, og líka so nógv, sum Kina ger.

Sameint ES hevur stuðlað USA

Og á tíðindafundinum, sum Tusk helt saman við aðalskrivaranum í NATO, Jens Stoltenberg, legði Tusk turrisliga afturat, at meðan Trump róliga kann líta á, at íløgurnar eru til frama fyri felags verju av bæði USA og Evropa, ja, so kann hann ikki vera heilt so vísur í tí sama, tá tað kemur til russiskar og kinesiskar verjuútreiðslur.

Áðrenn Trump fór úr Washington langaði hann út eftir ES fyri handilspolitikkin og eftir sameindu NATO-londunum, tí tey ikki rinda nóg mikið av hernaðarútreiðslunum til NATO.

Men í síni talu til Trump minnir Tusk eisini amerikanska forsetan á, at USA ikki hevði kunnað havt ein betri sameindan part enn ES. Tað vóru evropeiskar herdeildir, sum striddust og doyðu í hópatal í Afghanistan eftir yvirgangsálopið á USA 11. september 2001, sigur Tusk.

Evropa stúrir fyri ætlanum hjá Trump

Eftir NATO-toppfundin í morgin, fer Donald Trump í fýra dagar til Bretlands, áðrenn hann skal á fund við russiska forsetan, Vladimir Putin í Helsinki í Finnlandi mánadagin.

Meðan Donald Trump fegin vil bøta um viðurskiftini við Russland, er stúran í hinum NATO-londunum, tí viðurskiftini millum USA og tey sameindu eru versnað so nógv, og stúran er eisini um, hvørja semju amerikanski forsetin kann fara at gera við Putin.

Tildømis hevur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, róð framundir, at Evropa kanska ikki longur kann líta á USA sum sameint land.

Trump ávegis til fleiri toppfundir

BBC skrivar, at júst sum Donald Trump fór umborð á Air Force One, segði hann við journalistarnar:

- Eg skal hitta NATO, eg skal hitta Bretland, har nakað av ruðuleika valdar, og eg skal hitta Putin. Bart út sagt, so verður Putin helst tann lættasti av teimum. Hvør skuldi trúð tí?, segði Donald Trump, áðrenn flogfarið setti kós móti Brússel.

Í viðmerking til fundin millum Putin og Trump, segði formaðurin í Evroparáðnum, Donald Tusk, á felags tíðindafundinum við NATO-aðalskrivaran.

- Tað er altíð vert at leggja sær í geyma, hvør tín strategiski vinur er, og hvat tín strategiski trupulleiki er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858