Lýðveldið Norðurmakedónia bjóðað við í NATO

Lýðveldið Norðurmakedónia bjóðað við í NATO
NATO fer at bjóða Makedónia at gerast limur í verjusamgonguni við teirri treyt, at fólkið í landinum góðtekur at eita Lýðveldið Norðurmakedónia
 
12.07.2018 - 10:44

NATO hevur nú gjørt av at bjóða Makedonia at gerast limur í verjusamgonguni. Tað var avgjørt í gjár á NATO fundinum, sum verður hildin í Brússel í hesum døgum.

NATO limaskapurin hjá Makedonia er treytaður av, at fólkið í landinum góðtekur at eita Lýveldið Norðurmakedónia, tí Grikkaland gongur ikki við til, at Makedónia annars fær limaskap við núverandi navninum. Grikkaland og Makedonia hava í fleiri verið ósamd um navnið Makedonia, ið Grikkaland sigur hoyrir til eitt øki í norður Grikkalandi.

Makedónia var fyrstu ferð bjóðað limaskap í NATO í 2008, men tá var tað júst ósemjan um navnið við Grikkaland, ið hevði við sær, at limaskapurin varð av ongum.

Skuldi Makedónia blivið limur í NATO, eru tað einans Serbia og serbiski parturin av Bosnia av londunum á Balkan, ið ikki eru limir í NATO.

Russisku myndugleikarnir eru ikki glaðir fyri makedonska áhugan at gerast limur í NATO, og russiski sendiharrin í Makedónia segði sambært Ritzau, at um Makedónia fær limaskap í NATO, kann landið gerast eitt hernaðarligt mál hjá Russlandi, skuldu viðurskiftini millum Russland og NATO versna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851