Smá 5.000 fólk vóru í fátækraváða í 2016

Smá 5.000 fólk vóru í fátækraváða í 2016
Knappliga 5.000 fólk í Føroyum vóru í fátækraváða í 2016, tað sigur Hagstovan, sum hevur dagført tølini um inntøkuviðurskiftini hjá føroyingum.
Mynd: Hagstovan  
 
12.07.2018 - 12:29

Knappliga 5.000 fólk í Føroyum vóru í fátækraváða í 2016, tað sigur Hagstovan.

Tey høvdu hetta árið eina javnvirðisinntøku, sum ger, at tey verða mett at vera í vanda fyri at gerast fátæk.

Hagstovan sigur, at 10,1 % av fólkinum, sum búðu í Føroyum í 2016, vóru í fátækraváða.

Javnvirðisinntøkan hjá støkum fólkum, sum ikki eiga børn, var 138.800 krónur í 2016.

Eru fleiri fólk í húskinum, hækka mørkini fyri, nær fólk eru í fátækraváða:

fataekramarkid.png

Caption: 
Markið fyri fátækraváða. Kelda: Hagstovan

Fyrstu ferð, fátækraváðin varð roknaður í Føroyum, var í 2009. Tá vóru 8,8 % í fátækraváða.

Hetta talið er vaksið síðani 2010, men tað minkaði tó eitt vet, 0,7 prosentstig, frá 2014 til 2016. Í 2015 vóru 10,6 % í fátækraváða í Føroyum. 

Hagstovan sigur, at í 2016 var fátækraváðin í Norðurlondum minstur í Íslandi, 9,6 %, og størstur í Svøríki, 14,5 %. Í Danmark var hann 12,2 % í 2016. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887