Trump: Týskland er fangi hjá Russlandi

Trump: Týskland er fangi hjá Russlandi
Í gjár vóru 29 ríkisleiðarar savnaðir í Brússel á NATO-toppfundi, har Trump millum annað hartaði Týskland fyri samstarv teirra við Russland.
 
12.07.2018 - 08:59

Hvørki týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, ella týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, lata viðmerkingina hjá Donaldi Trump, forseta, standa ósvaraða, um at Týskland er fangi hjá Russlandi, tí londini hava avtalu um gassleiðingina Nord Stream 2, sum, sambært Trump, ger størsta búskapin í Evropa bundnan av at fáa orku frá russarum.

Harmiligt fyri NATO

Donald Trump segði, at tað er harmiligt, at Týskland hevur gjørt olju- og gassavtalu við Russland. 

- Vit skulu verja tykkum frá Russlandi, men Týskland rindar milliardir til Russland. Tað haldi eg, sømir seg ikki. Týskland er fangi hjá Russlandi, tí nógv av orkuni kemur úr Russlandi.

- Sig mær, um tað er hóskandi, tí tað haldi eg ikki. Eg haldi, at tað er ikki gott fyri NATO, segði Trump.

Sameind í frælsi í Týskland

Angela Merkel svarði seint í gjár Donaldi Trump.

- Eg havi sjálv upplivað, hvussu Sovjetsamveldið hevði valdið í pørtum av Týsklandi, og eg eri glað um, at vit í dag eru sameind í frælsi í samveldinum Týsklandi. Og at vit tí kunnu avgera okkara sjálvstøðuga politikk, og at vit taka egnar avgerðir. Tað er gott og serliga fyri fólkið í eystur-Týsklandi, segði Angela Merkel í gjár.

Donald Trump fanst eisini at Týsklandi fyri ikki at halda samtyktina frá 2006 um, at øll NATO-lond eiga at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuútreiðslur.

Men eisini hesar atfinningar vísti Angela Merkel aftur:

- Týskland ger nógv fyri NATO. Tað er næststørsti veitari av herdeildum, og meginparturin av okkara hernaðarmátti fer til NATO, og fram til í dag hava vit verið við í Afganistan. Sostatt verja vit eisini amerikansk áhugamál, sigur hon.

Týskland trygd fyri fría heimin

Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, svarar eisini Donaldi Trump:

- Týskland er hvørki fangi hjá Russlandi ella hjá USA. Vit eru trygd fyri fría heimin, og soleiðis verður tað frameftir, segði Heiko Maas, uttanríkisráðharri.

USA brúkar sløk 3,6 % av síni bruttotjóðarúrtøku til verju. Danmark brúkar 1,2 %. 

Í ár verða væntandi átta lond íroknað USA, sum fara at brúka tvey prosent, og í 2024 verða tað væntandi 15 lond, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012