Hellið verður ferðavinnumál

Hellið verður ferðavinnumál
Myndugleikarnir í Teilandi ætla nú at gera hellið, sum 12 fótbóltsdreingir og venjari teirra sótu avbyrgdir í, um til ferðavinnumál.
Fleiri enn 1000 fólk luttóku í bjargingini av fótbóltsdreingjunum og venjara teirra.
Mynd: Scanpix  
 
13.07.2018 - 14:35

Danska kringvarpið skrivar á heimasíðuni, at myndugleikarnir í Teilandi hava gjørt av, at hellið, sum teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra sótu avbyrgdir í, skal gerast til eitt ferðavinnumál av teimum heilt stóru. 

Sambært einum limi í bjarginarliðnum, skal hellið gerast um til eitt savn, sum skal vísa, hvussu bjargingarroyndinirnar fóru fram. 

Teir 12 fótbóltsdreingirnir og venjari teirra sótu avbyrgdir í Tham Luang-hellinum í Teilandi í 18 samdøgur, áðrenn tað loksins eydnaðist at bjarga teimum út aftur. 

Teilendska fótbóltsliðið var á útferð og leitaði sær skjól í hellinum tann 23. juni, tá tað fór at regna av grimd. Vatnið fleyt inn í hellið, og dreingirnir sótu fastir. 

Tham Luang-hellið er eitt tað størsta Í teilandi og liggur tætt við markið til Myanmar. 

- Økið skal verða eitt livandi savn, har tað ber til at síggja, hvussu alt gekk fyri seg, sigur leiðarin av bjargingarroyndunum, Narongsak Osottanakorn sambært DR.dk.

Forsetisráðharrin í Teilandi sigur tó, at trygdin hjá ferðafólkunum kemur í fyrstu røð, og tí skulu neyðugu trygdartiltøkini setast í verk bæði í og uttan fyri hellið, áðrenn hellið verður latið upp fyri ferðafólkum. 

Enn er óvist, nær hellið verður klárt sum ferðavinnumál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964