Íbúgvar í grønlendskari bygd rýma undan ísfjalli

Íbúgvar í grønlendskari bygd rýma undan ísfjalli
Fleiri íbúgvar í Innaarsuit eru fluttir úr vandamiklu støðunum í bygdini, tí eitt ísfjall nærhendis hevur sett seg fast.
Eitt ísfjall hevur sett seg fast beint uttan fyri bygdina Innaarsuit. Nú eru íbúgvarar rýmdir, tí vandi er fyri flóðaldu.
Mynd: Ritzau  
 
13.07.2018 - 11:46

Fleiri íbúgvar í Innaarsuit eru fluttir úr vandamiklu støðunum í bygdini, tí eitt ísfjall nærhendis hevur sett seg fast. Og íbúgvarnir vænta, at tað brotnar burtur av ísfjallinum, og at tað fer at elva til eina stóra flóðaldu.

Tað skrivar KNR

Íbúgvarnir eru fluttir til bygdarhúsið, skúlar og ansingarstovnar í bygdini. 

Kommunan og grønlendska løgreglan fylgja væl við, og bjargingarlið í bygdunum nærhendis eru klár, skuldi okkurt hent. Og harumframt hevur løgreglan lagt eina tilbúgvingarætlan til rættis skuldi okkurt hættisligt hent. 

Lina Davidsen, sum er vakthavandi hjá grønlendsku løgregluni, sigur, at er óvist, um íbúgvarnir sleppa heim - tað kann taka tímar, dagar ella vikur. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at grønlendska náttúran elvir til ótta. Í juni í fjør viðførdi eitt skriðulop til vatnflóð á vestaru síðu í Grønlandi. Fýra fólk lótu lív, 11 komu til skaða og fleiri hús fóru við stóru aldunum.

Í videobrotinum niðanfyri sæst, hvussu eitt petti av ísfjallinum brotnar burtur av og elvir til stórar aldur:  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819