Skiparin fekk 150.000 krónur í bót

Skiparin fekk 150.000 krónur í bót
Hetlendski trolarin, Venture, kann fara aftur til fiskiskap
 
13.07.2018 - 22:15

Skiparin á hetlendska trolaranum, Venture, góðtók í kvøld eitt sektaruppskot um 150.000 krónur fyri at hava fiskað ólógliga undir Føroyum, og trolarin kann tí fara aftur til fiskiskap.

Tjaldrið tók Venture í einum stongdum kassa vestanfyri, umleið 28 fjórðingar úr landi.

Tjaldrið kom fram á trolaran, meðan hann fiskaði. Trolið varð drigið inn, uttan at Tjaldrið bað um tað.

Visti ikki at kassin var stongdur

Manning á Tjaldrinum fór umborð á Venture, og skiparin segði, at hann visti ikki, at kassin varð stongdur, men hann játtaði seg sekan.

Tjaldrið kom á Havnina við Venture um fýra tíðina í morgun.

Av tí at skiparin játtaði seg sekan, kom málið ikki fyri rættin, og skiparin tók í kvøld av einum uppskoti um gjalda 150.000 kr. í bót.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691