Trump á vitjan í Bretlandi

Trump á vitjan í Bretlandi
Umframt at hitta bretska forsætisráðharran, skal Trump eisini hitta Elisabeth drotning. Ferðin hjá amerikanska forsetanum endar í Skotlandi.
 
13.07.2018 - 10:11

Amerikanski forsetin, Donald Trump, er á almennari vitjan í Bretlandi. 

Umframt at hitta bretska forsætisráðharran, Theresu May, skal hann eisini hitta Elisabeth drotning. Ferðin hjá amerikanska forsetanum endar í Skotlandi. 

Fleiri mótmælisgongur og mótmælistiltøk hava verið í sambandi við vitjanina. 

Bretar finnast millum annað at tilflytarapolitikkinum hjá Trump og politikki hansara móti teimum veikastu í samfelagnum. 

Amerikanska sendistovan hevur í sambandi við vitjanina heitt á amerikanskar ríkisborgarar í Bretlandi um ikki at gera ov nógv av, tí mótmælistiltøkini skjótt kunnu enda í harðskapi. 

Eisini borgarstjórin í London, Sadiq Khan, heitir á fólk, um at hava sær hógv í sambandi við mótmælisátøkini. 

Viðvíkjandi hvøssum atfinningum og mótmælistiltøkum í sambandi við vitjanina, sigur Donald Trump, at higartil er hann nøgdur við vitjanina, og at bretar dáma seg. Tað skrivar BBC. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691