Forðaðu fyri 25 milliónum telduálopum

Forðaðu fyri 25 milliónum telduálopum
Russland forðaði fyri 25 milliónum telduálopum og øðrum brotsverkum á samskiftiskervið í sambandi við HM-endaspælið, sigur Vladimir Putin, forseti
 
16.07.2018 - 13:50

Russland forðaði fyri 25 milliónum telduálopum og øðrum brotsverkum á samskiftiskervið í sambandi við endaspælið í heimsmeistarakappingini í fótbólti. 

Tað sigur Vladimir Putin, forseti, í einum tíðindaskrivi, sum Kreml kunngjørdi í dag.

Forsetin sigur einki um, hvør skipaði fyri álopunum, men hann sigur, at tað eydnaðist at byrgja fyri teimum.

Í gjár hevði forsetin fund við umboð fyri fregnartænastur úr 34 londum, sum skipaðu fyri trygdini í sambandi við HM-endaspælið.

Putin segði, at álopini høvdu ongar álvarsamar hendingar við sær, og at fólk, sum komu til Russlands, kundu kenna seg trygg.

Hóast strong trygdartiltøk, sluppu fýra fólk í russiska punk-mótmælisbólkinum, Pussy Riot, inn á vøllin at gera ónáðir, tá finaludysturin millum Kroatia og Frakland varð spældur í Moskva í gjár.

Tey eru skuldsett fyri at hava brotið reglurnar fyri áskoðarar og fyri ólógliga at hava latið seg í løgreglubúna, skrivar tíðindastovan, Interfax. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819