Modric besti spælari í HM

16.07.2018 - 09:23
ÍtrótturFótbóltur
Modric besti spælari í HM
Frankaríki gjørdist heimsmeistari í gjár, tá teir vunnu 4-2 á Kroatia, sum tó átti besta spælara í HM-kappingini
Loka Modric, til vinstru, gjørdist besti spælari í HM-kappingini, meðan Kylian Mbappe, til høgru, varð kosin besti ungi spælari.
Mynd: © Fifa  
 

Kroatin, Luka Modric, var besti spælarin í HM-kappingini í Russlandi. 

Heiðurin fekk hann beint eftir finaluna á Luzhniki-vøllinum í Moskva í gjárkvøldið. 

Sostatt fær kroatiski liðskiparin eitt lítið plástur á sárið, eftir at Kroatia tapti fyri Fraklandi í HM-finaluni í gjárkvøldið.

19 ára gamli úrmælingurin á franska landsliðnum, Kylian Mbappe, bleiv valdur til besta, unga spælara í HM-endaspælinum.

Toppskjútti í kappingini gjørdist Harry Kane, sum skjeyt seks mál fyri Ongland. 

Frakland er heimsmeistari í fótbólti eftir at hava vunnið 4-2 í finaluni móti Kroatia, sum fekk silvurheiðursmerkini.

Belgia endaði á triðja plássi, eftir at liðið leygardagin vann bronsudystin móti Onglandi 2-0.

Næsta HM-kappingin í fótbólti verður í Qatar í november/desember í 2022.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Dagsins yrking - Andlitsfrymlar
104573
Fríggjadag 21. februar
Pressan: Søgur sigast í podvarpi
105115
Fríggjadag 21. februar
Morgunlesturin fríggjamorgunin 21. februar 2020
104418
Hósdag 20. februar
Kvørnin vitjar Kris-Stuff (2:2)
105095
Hósdag 20. februar
Breddin
105090
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. februar
Hyggjuráðið
105088
Mánadag 17. februar
3-2
104948
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Árnafjarðar kirkju
104893