Toppfundur millum Putin og Trump á skránni

Toppfundur millum Putin og Trump á skránni
Spentu viðurskiftini millum stjórnirnar í Washington og Moskva standa ovast á breddanum, tá Donald Trump og Vladimir Putin hittast í Helsinki í dag
 
16.07.2018 - 08:41

Spentu viðurskiftini millum stjórnirnar í Washington og Moskva standa ovast á breddanum, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski starvsbróðir hansara, Vladimir Putin, hittast á toppfundi í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, í dag.

Viðurskiftini í Ukraina og Sýria eru eisini á skránni, skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Fríggjadagin kunngjørdi amerikanska løgmálaráðið, at ákæra er reist móti 12 russiskum fregnartænastuyvirmonnum fyri at hava sníkt seg inn í telduskipanirnar hjá demokratunum í sambandi við forsetavalið í 2016.

Donald Trump segði í samrøðu við sjónvarpsstøðina CBS um vikuskiftið, at hann ætlar avgjørt at spyrja Putin um hetta málið. 

Donald Trump og forsetafrúan, Melania, komu til Helsinki í gjárkvøldið. Har varð skipað fyri mótmælisgongum bæði ímóti og til frama fyri USA.

Hetta er fyrsti formligi toppfundurin millum Trump og Putin, hóast teir fyrr hava hitst við onnur høvi. 

Donald Trump segði í samrøðuni við CBS News, at hann væntar ikki, at nógv kemur burtur úr toppfundinum í dag, men hann leggur dent á, at tað hevur týdning at hitta aðrar ríkisleiðarar, tað veri seg í Russlandi, Kina ella Norðurkorea. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585