Heita vatnið í Eysturoyartunlinum ein vatngáta

Heita vatnið í Eysturoyartunlinum ein vatngáta
Jarðfeingi hevur verið í Eysturoyartunlinum og gjørt kanningar í samband við, at arbeiðsmenn í mai mánaða rendu seg í heitt vatn í tunlinum.
 
17.07.2018 - 16:15

Jarðfeingi hevur verið í Eysturoyartunlinum og gjørt kanningar í samband við, at arbeiðsmenn í mai mánaða rendu seg í heitt vatni í tunlinum. 

Men tað hevur ikki borið til hjá Jarðfeingi at sleppa nóg nær staðnum, har heita vatnið spríkti uppúr, soleiðis at til bar at kanna vatnið.

- Tilfar var lagt út yvir botnin til koyribreyt beinavegin aftaná, at arbeiðsmenninir bóru við vatnið. Tað skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni

Jarðfeingi fer tó at royna aftur um eitt ár ella so, tí tá skulu ymiskar innleggingar gerast í tunlinum, botnurin reinsast og endalig koyribreyt leggjast á, og tá verður møguligt hjá Jarðfeingi at sleppa betri framat staðnum.

Kanningarnar higartil geva tó ongar ábendingar um óvanliga heitar umstøður nærindis staðnum, har fyribrigdið sambært arbeiðsmonnunum var, skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni.

Jarðfeingi hevur áhuga fyri vatninum í Eysturoyartunlinum, tí tað kann hava samband við heita vatnið í Kollafirði. 

Keldan í Eysturoyartunlinum kann møguliga vátta eina hypotesu um, at heita vatnið í Kollafirði kemur frá langari rivu, sum gongur tvørtur um fleiri oyggjar. 

Fleiri líknandi rivuskipanir við heitum vatni kunnu vera í Føroyum, og hesar kunnu í framtíðini brúkast sum orka, um so er, at tær eru varandi. 

Leysligar metingar hjá Jarðfeingi vísa, at orka er í heita vatninum í Kollafirði til at hita 150 vanlig sethús, um hitapumpuskipan verður nýtt.

Sum nú er, rennur vatnið á sjógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887