Russiskur agentur tikin

Russiskur agentur tikin
Ein russisk kvinna, sum býr Washington í USA, er tikin og skuldsett fyri at vera agentur hjá russisku stjórnini.
Mariia Butina varð tikin sunnudagin, men skuldsetingin varð ikki kunngjørd fyrr enn dagin eftir.
Mynd: New York Times  
 
17.07.2018 - 08:08

Ein 29 ára gomul russisk kvinna, sum býr Washington í USA, er tikin og skuldsett fyri at vera agentur hjá russisku stjórnini, upplýsir amerikanska løgmálaráðið.

Sambært løgmálaráðnum skuldi kvinnan fáa samband við amerikanskar borgarar og sníkja seg inn í politiskar bólkar. Hon hevði eisini samband við ein vápnaðan bólk.

Frá 2015 til 2017 arbeiddi kvinnan fyri ein embætismann í russisku stjórnini, sum seinni fekk eitt høgt starv í russiska tjóðbankanum.

Sambært skuldsetingini kann russiska kvinnan verða dømd fimm ára fongsul fyri njósning. 

Kvinnan varð tikin sunnudagin, men skuldsetingin varð ikki kunngjørd fyrr enn í gjár, sama dag sum Donald Trump og Vladimir Putin høvdu toppfund. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887