Stjórar hava ov fáar leiðsluroyndir

Stjórar hava ov fáar leiðsluroyndir
Eyðbjørn Poulsen, stjóri í Leiðsluhúsinum, heldur, at stjórar ikki hava nóg nógvar leiðsluroyndir, tá teir verða settir í starv.
Eyðbjørn Poulsen er stjóri í Leiðsluhúsinum
Mynd: Magistarin  
 
17.07.2018 - 10:11

Stjórar hava ikki nóg nógvar leiðsluroyndir, tá teir verða settir í starv.

- Teir hava kanska lisið búskap ella løgfrøði, men eru naknir, tá ið ræður um leiðslu. Eisini verða stjórar settir, sum ongar royndir hava.

Tað sigur Eyðbjørn Poulsen, stjóri í Leiðsluhúsinum, í samrøðu við Magistaran, sum er blaðið hjá Magistarafelagnum.

- Tá ið tú verður ovasti stjóri, hevur tað stóran týdning, at tú ikki loypur av niðasta trini í trappuni upp á ovasta trin í einum. 

Leiðsla verður ikki bara lærd á skúlabeinki, men gjøgnum royndir. Tú skalt læra handverkið. 

Ein stjóri eigur at hava roynt at vera eitt nú verkætlanarleiðari og deildarleiðari, áðrenn hann verður ovasti stjóri, sigur Eyðbjørn Poulsen.

Hann heldur, at tú ert ikki egnaður at vera stjóri á einum stórum arbeiðsplássi, um tú ikki hevur í minsta lagi 10 ára leiðsluroyndir.

Eyðbjørn Poulsen sigur, at júst henda støðan er serstøk fyri Føroyar.

- Í øðrum londum loypur tú ikki upp í eitt stjórastarv, um tú ikki hevur leiðsluroyndir frammanundan, sigur stjórin í Leiðsluhúsinum við Magistaran, blaðið hjá Magistarafelagnum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691