32 milliardir í bót til Google

32 milliardir í bót til Google
ES kommissiónin fer eftir øllum at døma at geva Google metstóra bót, sum svarar til 32 milliardir krónur. Tað skrivar BBC í dag.
 
18.07.2018 - 12:10

ES kommissiónin hevur í trý ár kannað Google og um felagið hevur gjørt sær dælt av sterku marknaðarstøðuni í samband við Android stýrisskipanina, ið verður brúkt á fartelefonum.

Google eigur Android stýrisskipanina, og ES komminssiónin ákærir nú Google fyri at noyða Android brúkarar at brúka Google Chrome sum leitisskipan á fartelefonunum við hesum stýrisskipanum.

Eitt nú fáa brúkarar ikki atgongd at taka niður ymsar appir á telefonina, áðrenn tey hava játta at brúka Google Chrome sum leitiskipan. Harafturat skal Google hava telefonframleiðarum og telefeløgum fíggjarligar ágóðar, afturfyri at nýta Google Chomre sum leitisskipan á fartelefonum, ið tey framleiða.

Margrethe Vestager, ið er kappingarkommiserur hjá ES, sigur, at Google við hesum brúkar sína sterku støðu á marknaðinum at skapa sær ein fyrimun framum aðrar veitarar, og at hetta er kappingaravlagandi.

Tí áleggur ES hesa stóru bót.

Bótin er tann størsta, sum higartil er givin einum einstøkum felagið. Google hevur tó møguleika at kæra avgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585