Kæruritið latið Gerðarrættinum

18.07.2018 - 11:19
AktueltSamfelag
Kæruritið latið Gerðarrættinum
Fasti Gerðarrættur hevur nú fingið kæruritið í trætuni millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini.
 
 

Trætan snýr seg um rættin at draga gjald fyri keyp og sølu av veiðirættindum frá í avrokningini til manningina.

Reiðarafelagið vísir á ein gerðarrættarúrskurð frá 2013, har tað varð staðfest, at reiðarar høvdu rætt til at draga útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011 frá, áðrenn manningin varð avroknað.

Manningarfeløgini vísa hesum aftur og siga, at talan tá var um royndarfiskiskap, og at einki stendur í lógini um sjófeingi um hetta, tí ætlanin hjá Fiskimálaráðnum var ikki, at manningin skal missa, tí reiðarar keypa fiskirættindi.

Hetta er ikki eitt skundmál hjá Gerðarrættinum og tí kann væntast, at úrskurður ikki verðu í málinum fyrrenn í heyst.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. september
25 minuttir: Todi Jónsson
85504
Mánadag 17. september
3-2
85464
Sunnudag 16. september
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
85398
Leygardag 15. september
Andaktin
85382
Mikudag 12. september
»Bumbuflogfarið á Nakki«
16409