Nýtt fongsul í Grønlandi

Nýtt fongsul í Grønlandi
Eitt nýtt fangahús verður bygt í Nuuk í Grønlandi, sum skal húsa 76 fangum, og 40 teirra eru á landsins fyrstu stongdu deild.
Mynd: Rambøll Danmark  
 
18.07.2018 - 08:15

Nýtt fangahús verður bygt í Nuuk í Grønlandi við plássi fyri 76 fangum. 

36 av plássunum eru býtt á tvær opnar deildir, og hini 40 verða á landsins fyrstu stongdu deild, sum er til tey, sum eru dømd í forvaring og hildin aftur.

Múrur verður kring stongdu deildina, og innanfyri múrin verða fleiri tilboð til tey fongslaðu - eitt nú handil, ítróttarhøll, bókasavn, kirkjurúm og ítrív- og undirvísingarhøli. Tað skrivar Sermitsiaq.

Stjórin fyri kriminalforsorgina í Grønlandi, Naaja Nathanielsen, sigur, at talan verður um pinku-samfelag, har tey dømdu sjálv skulu til handils at keypa vørur og matgerða. Eisini reingerð og at skumpa kava skulu tey taka sær av.

Ny Anstalt, sum fongslið eitur, er 8.500 fermetrar til støddar og kostar omanfyri 400 milliónir krónur.

Tað skuldi eftir ætlan verða liðugt við árskiftið 2014/2015, men tíðarætlanin helt ikki. Ilt hevur verið at fáa kvalifiseraða arbeiðsmegi, og grønlendski veturin hevur eisini havt sína ávirkan á, at arbeiðið er seinkað, skrivar blaðið. 

Fangahúsið verður eftir ætlan tikið í nýtslu tíðliga næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652