Ríkisumboðið vil leiga skrivstovur út

Ríkisumboðið vil leiga skrivstovur út
Ríkisumboðið ætlar framvegis at leiga út skrivstovuhøli í bygninginum í Havn, tá familjurætturin flytur haðani um eina góða viku.
 
18.07.2018 - 16:38

Føroyar hava yvirtikið málsøkið, sum verður umsitið á Bryggjubakka frá ólavsøkudegi.

Fólkini í Ríkisumboðnum, sum arbeiða við familjurættinum, flyta saman við málsøkinum á Bryggjubakka 27.

Tey vera tá fimm fólk eftir í Ríkisumboðnum, og eftir nýggjár verða tey bara fýra, tí ein fer frá fyri aldur á nýggjárinum.

Har verða tí nakrar tómar skrivstovur, sum skulu leigast út.

Men tað verður tó ikki longu 1.august, sigur Lena Moyell Johansen, ríkisumboð.

Tey, sum vera eftir í Ríkisumboðnum, skulu fyrst hava stundir til at venja seg við nýggju umstøðurnar, sigur hon.

Lena Moyell Johansen sigur, at fyrispurningar eru komnir um at leiga frá Ríkisumboðnum. Men eingin leigusáttmáli er tó gjørdur enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585