Dátueftirlitið vilja hava størri játtan

Dátueftirlitið vilja hava størri játtan
Játtanin røkkur bara til 2,8 fólk, og tað eru ov lítið
 
20.07.2018 - 11:01

Hóast Dátueftirlitið oftari enn eina ferð hevur gjørt Løgmansskrivstovuna, sum varðar av játtan Dátueftirlitisins, greitt, at stovnurin hevur brúk fyri fleiri pengum, er játtanin tann sama sum hon var í 2011, hon er tvær milliónir krónur um árið.

Játtanin røkkur bara til 2,8 fólk, og tað eru ov lítið.

Tað sigur Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini fyri 2017.

Føroyar fingu í 2010 triðjalandsgóðkenning frá ES í sambandi við at flyta persónsupplýsingar tvørtur um landamørk.

ES góðkenningin setir størri krøv til eftirlitsarbeiðið hjá Dátueftirlitinum.

Og eingin ivi er um, at krøvini til eftirlitið við persónsupplýsingum verða alsamt meira herd í framtíðini, sigur Dátueftirlitið í ársfrágreiðingini.

Nýggj lóg

Dátueftirlitið sigur í ársfrágreiðingini, at Løgmansskrivstovan er farin undir at gera nýggja føroyska persónsupplýsingarlóg.

Lógin verður gjørd við støði í nýggju donsku persónsupplýsingarlógini, sum er gjørd í samsvari við ES fyriskipanina. 

Sambært ES-fyriskipanini fáa tey lond, sum hava eina triðjalandsgóðkenning, millum annað Føroyar, fyri 2022 at vita frá ES, undir hvørjum treytum tey kunnu varðveita ES góðkenningina. 

Í 2017 skrásetti Dátueftirlitið 217 nýggj mál, nakað færri enn í 2016. Í fjør gjørdist tó neyðugt at brúka meira tíð til stór eftirlitsmál.

118 fyrispurningar

Dátueftirlitið fekk 118 munnligar fyrispurningarnir í 2017. Í 2016 vóru fyrispurningarnar 149.

Dátueftirlitið tók eisini upp nøkur mál upp av egnum ávum og kannaði KT trygdina hjá stovnum og virkjum í Føroyum, millum annað Strandfaraskipum landsins, Vinnuháskúlanum, tolleftirlitinum og TAKS og Landssjúkrahúsinum.

Harafturat varð KT-trygdin hjá peningastovnum og tryggingarfeløgum kannað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887